Adu spælir við TB í 2015

Tórskvøldið gjørdist greitt at TB hevur gjørt sáttmála við 25-ára gamla Albert Adu úr Hollandi(vanliga nevndur Adu). Adu hevur røtur í Ghana, men er í dag hollendskur ríkisborgari og býr í Amsterdam. Á myndini í greinini, síggja við nýggja leikaran og formann felagsins, Niela Paula Eysturberg(Palli).

Undirritaði var ein túr inni við Stórá í gjár, har besta liðið vandi. Eg hugdi eina løtu eftir venjingini og royndi at gera mær eina ábending av, hvussu hesin ungi fýrurin var á vøllinum. Sjálvandi ber illa til at koma við nakrari neyvari meting eftir eina lítla løtu, men tað var eyðsýnt, at her hava vit við ein sera skjótan spælara at gera! Hann hevur ein framúr góðan teknik og so er hann ikki bangin fyri at taka av møguleikanum og skjóta uppá mál.

Høvuðsvenjarin gav mær so loyvi at taka hann til viks og gera eina samrøðu við hendan sera fryntliga spælaran.

Adu hevur ferðast víða sum fótbóltsspælari. Hann hevur spælt í Camarca í Spania, Young Boys í Hollandi, Enfield Town í Onglandi og Roslaire í Belgia. Albert var eisini úttikin til Ghanesiska landsliðið, ið skuldi spæla við OL, men hann var so óheppin at verða skaddur og mátti tí geva avboð.  Hesi eru øll lond(burtursæð frá Ghana, ið vit áður hava havt spælarar frá), ið vit vanliga ikki heinta spælarar frá og tí var tað forvitnisligt at vita, hvussu TB var komið í samband við hann:

“Agenturin hjá mær kendi væl venjararn hjá TB, Páll Guðlaugsson. Á tann hátt komu vit í samband við hvønn annan. Eg kendi sera lítið til Føroyar áðrenn, einans visti eg , at Føroyar høvdu tilknýti til Danmark. Í telefonini greiddi Páll mær frá hvussu góðar umstøðurnar vóru við Stórá og hvussu siðbundið felagið er. Ja hann greiddi mær frá, at TB er eitt av heimsins elstu fótbóltsfeløgum og at søgan fyllir ótrúliga nógv hjá spælarum og viðhaldsfólki. Hann fortaldi mær eisini, at TB spælir góðan álopsfótbólt og tað er naka, ið tiltalar mær sum fótbóltsspælari. Eg vil gjarna nakað fram eftir vøllinum” – sigur Adu.

Nú spælir TB sum kunnugt í fyrstu deild, men nakað heilt ótrúligt skal henda, um TB ikki er umboðað í bestu deildini aftur í 2015. Eg spurdi Adu, um hetta hevði nakað at siga, tá hann tók støðu til sáttmálatilboðið: “Ja, tað hevði heilt avgjørt nakað at siga fyri meg. Eg vil fegin spæla í bestu deildini, har støðið er høgt og ferðin stór – eg gleði meg at sleppa at royna meg í Effo-Deildini.

Adu hevur skrivað undir ein 1-ára sáttmála við TB og eg spurdi hann, um tað var nakað serstakt hann hevði lagt merki til við liðnum, ið hann næsta ár skal umboða: “Eg havi lagt merki til at her eru nógvir ungir spælarar og næstan allir sum ein geva seg 100% undir venjing, tað dámar mær sera væl.”

Hvar spælir tú helst á vøllinum? “Mær dámar best at vera í álopinum, men eg kann brúkast á fleiri plássum og haldi eg eisini, at tað hevur havt nakað at siga fyri venjaran.”

Eru tað nakrir spælarir, ið tú serliga hevur lagt merki til, nú tú hevur vant nakrar ferðir við TB? “Eg eri sera imponeraður av unga Stefan Radosavljevic. Hann hevur ein ótrúliga góðan teknikk og er tað stuttligt at síggja. Eisini havi eg lagt merki til Patrik Johannesen, ið er ein sera góður spælari.”

Hvat heldur tú um umstøðurnar her við Stórá og hvussu hevur tú verið móttikin? “Eg eri sera væl nøgdur við umstøðurnar. Eg eri ikki so vanur við graslíki, havi verið á nøkrum vøllum, ið ikki imponeraðu, men tá eg royndi hendan vøllin, so var tað ein fantastisk kensla – næstan sum veruligt gras. Fólk her eru sera vinarlig og hava tikið væl ímóti mær og ikki minst venjarin og formaðurin hava verið mær sera góðir, síðan eg kom her.”

Hvat er tín málsetningur fyri árið, ið tú skal leika við TB? “Eg vil verða við til at betra liðið, so at vit fáa eina góða og spennandi landskapping í 2015.”

 

Eg fekk so orð á høvuðsvenjara okkara, Páll Guðlaugsson.
Hvussu fanst tú fram til hendan spælaran? “Eg havi góðar vinir uttanlands og gjøgnum ein av hesum, varð eg gjørdur varðugur við Adu. Eg sá nøkur sjónbandabrot av honum og hetta, saman við góða viðmælinum frá vinmanninum, gjørdi at vit bjóðaðu honum heim at royndarvenja við okkum”.

Hvat hevur Adu gjørt fyri at sannføra tykkum um, at tit eiga at skriva undir ein sáttmála við hann? “Adu kemur við skjótleika, hann hevur sera góðan teknikk, er kreativur og er annars ein sera góður spælari sum heild. Vit hava í TB eina roterandi spælaraskipan og har hóskar hann sera væl inn. Hann hevur fingið góðan fótbóltslærdóm í Spania og Hollandi.”

Sum skilst á venjaranum, so er TB so smátt farið undir at fyrireika seg til eitt ár, har liðið skal leika í bestu deildini. Hópurin í ár hevur verið sera lítil, hóast so einastandandi nógv er fingið burturúr. Effo-deildin er tó nakað heilt annað enn 1. deild. Støðið og ferðin er ein heilt onnur – tað setur sjálvandi krøv til spælarar og venjarar, men tað setur eisini krøv til støddina á hópinum, tí skaðar og annað tílíkt, spæla ein nógv størri leiklut. Vit kunnu tí nokk vænta, at meira verður at frætta úr TB-leguni í næstum.

Inntil tá, so gleða vit okkum bara til at síggja Adu við Stórá – evnini hjá unga leikaranum bila so einki!

Vit takka Adu og venjaranum fyri prátið og ynskja teimum alt tað besta.

Scroll to Top