Afturval til starvsnevndina

Árligi aðalfundur felagsins var í gjárkvøldið og her endaði tað eftir nøkrum tímum við, at sitandi starvsnevnd heldur á fram. Umframt starvsnevndina, so er ungdómsnevndin so at siga tann sama, í fótbóltsnevndini vóru tveir limir funnir.

Starvsnevndin telur sostatt framhaldandi Fróða Olsen (formaður), Eyðdis Ellendersen (varaforkvinna), Armgarð Sørensen (peningarøkil) og Niels Paula Eysturberg (tiltakslimur).

Ungdómsnevndin er mannað av fylgjandi: Charlotta Nielsen (forkvinna), Jónvør Bjarkhamar (varaforkvinna), Angilie J. Olsen (nevndarlimur) og Erolf Olsen (tiltakslimur).

At enda er so fótbóltsnevndin, sum nú telur Jan Ola Farstad (virkandi formaður) og Thorbjørn Hermansen. Hendan nevndin er ikki fullmannað enn – aðalfundurin avgjørdi at geva hesa nevndina heimild at finna teir seinastu limirnar til at manna nevndina.

Scroll to Top