Allan Müller er TB-ari í 2023

28-ára gamli Allan Müller skrivaði í gjár undir sáttmála fyri 2023. Allan er uppaldur í Royn, har hann er skrásettur fyri at hava leikt 21 dystir. Hann kom til Tvøroyrar Bóltfelag í fjør og er skrásettur fyri 4 dystir fyri besta liðið.

Allan kemur at vera 2. málmaður á besta liðnum, og tað er av alstórum týdningi at hava gott fólk at seta inn, um 1. málmaðurin fer leikbann ella verður skaddur.

TB ynskir Allan hjartaliga til lukku við sáttmálanum og ynskir honum eitt gott kappingarár 2023

Scroll to Top