Allar nevndir endaliga skipaðar

Tvøroyrar Bóltfelag kundi stutt eftir eykaaðalfundin boða frá, at starvsnevndin hevði skipað seg, tá høvdu hinar báðar nevndirnar ikki skipað seg. Men nú eru bæði fótbóltsnevndin og ungdómsnevndin skipaðar.

Í fótbóltsnevndini hjá Tvøroyrar Bóltfelag verður Bjarni Nygaard formaður, meðan Jan Ole Farstad verður næstformaður. Hinir í nevndini eru Dan Erik Johansen, Hans Olaf Johannesen, Magni Petersen og so er Tórbjørn Hermansen eykalimur.

Ungdómsnevndin hjá Tvøroyrar Bóltfelag skipaði seg við Allan Smedemark sum formanni, Kristian Olsen verður skrivari í nevndini. Jóhan Petur Olgarsson og Signar Strøm eru nevndarlimir.

Scroll to Top