Almennur fyrilestur um venjing av børnum og ungum

Við hesum endurgeva vit eitt tíðindaskriv frá ÍSF og Judo Føroyar

Judo Føroyar skipar fríggjadagin fyri almennum fyrilestri um aldurstillagaða venjing av børnum og ungum.

Fyrilesturin er sera viðkomandi fyri bæði venjarar og foreldur.

Tað er professarin Michail Tonkonogi, sum heldur fyrilesturin.

Michail Tonkonogi er professari í medisinskari vitan og er ein av Svøríkis fremstu serfrøðingum og granskarum innan økið fysisk venjing og heilsa. Eisini er hann ráðgevari hjá fleiri ítróttasambondum, elitu íttóttafólkum og venjarum.

Michail hevur eisini skrivað fleiri bøkur og eitt stórt tal av vísindaligum greinum, og av tí at hann nýtir eitt einfaldan og lættan máta at greiða frá, er hann ein nógv eftirspurdur fyrilestrarhaldari, umframt at hann ofta verður nýttur sum viðmerkjari í útvarpi og sjónvarpi í Svøríki.

Michail Tonkonogi hevur 2. Dan í judo (svart belti) og hevur verið aktivur judoíðkari og venjari.

Fyrilesturin er ókeypis og verður í auluni í Eysturskúlanum fríggjakvøldið 20. Januar kl. 19. Øll eru vælkomin!

Scroll to Top