Í vikuskiftinum skrivaði evnaríki hvalbingurin, Andreas Midjord, undir sáttmála fyri 2023. Andreas kom úr Royn til TB í 2020 og vóru vit í felagnum sera glað fyri tað. Allan vegin upp gjøgnum ungdómsfótbóltin hevur Andreas víst serliga góðar dygdir og er tað tí ein fongur fyri felagið at hava fingið hann til Stórá.
Andreas er júst vorðin 19 ára gamal. Hansara fyrsta dyst fyri bestu deildina hjá TB, leikti hann á Skála hin 17. juni 2020, tá TB vann 2-0. Andreas var tá 16-ára gamal. Samanlagt er Andreas skrásettur at hava leikt 65 vaksnamannadystir fyri TB, harav 56 fyri besta liðið og hann hevur skorað 4 mál.
Skjóti og tekniskt sterki leikarin heldur til á miðjuni/álopinum og gleða vit okkum til at síggja hann í dysti við Stórá aftur.
TB ynskir Andreasi bestu eydnu á vøllinum í 2023.
(Hagtalskelda: FaroeSoccer.com)