Sunnudagin var dystur millum TB/FC Suðuroy/Royn og EB/Streym við Margáir. TB/FC Suðuroy/Royn høvdu víst sera fínan form áðrenn dystin við trimum sigrum í trimum dystum og sostatt vóru vónirnir góðar tá TB/FC Suðuroy/Royn hópurin fór norður um fjørðin sunnumorgun.
Tíverri endaði sigursrøðin hjá TB/FC Suðuroy/Royn við Margáir, tá teir megnaðu at vinna 1-0 á okkum. Einsamalla málið kom eftir 79 minuttum og var málskjúttin Arnar Dam.
Yvirhøvur má sigast, at talan var um ein lakan dyst, har tað spurdist sera fáir málmøguleikar burturúr.
Næsti dystur hjá TB/FC Suðuroy/Royn er í Løgmanssteypinum móti NSÍ skírisdag. Eftir steypakappingardystin verður fjórða umfar av Effodeildini á skránni og tá taka vit í móti Skála við Stórá.