Ársins hagtøl fyri Effoliðið

Faroesoccer er ein gáva frá himni til okkum, ið dáma væl at fáast við ella lesa hagtøl yvir ymiskt, í hesum førið fótbólt. Faroesoccer er ein datagrunnur við dómaraseðlum frá teimum flestu deildunum í føroyskum fótbólti, eisini kvinnufótbólt og landsliðshagtøl eru at finna.

Árið hjá okkum

Hyggja vit eftir tølunum fyri TB í Effodeildini 2013 so kann staðfestast at vit fingu í ár 23 stig fyri 27 dystir, meðan vit í 2012 fingu 24 stig, sum akkurát var nokk til at bjargað okkum takkað verið málúrtøkuni. Í 2012 skutu vit 30 mál, í ár eitt sindur færri 27.

Fyri at hava bjargað okkum í ár høvdu vit skula havt 29 stig, tí okkara málmunur var so nógv verri enn tann hjá KÍ.

Bæði í 2012 og í 2013 megnaði Effoliðið at vinna fimm dystir. Í ár, sum vit øll eru kunnug um so vunnu vit á KÍ og AB í seinnu helvt. Samanlagt fingu vit 7 stig í seinnu helvt frá 21/7 – 26/10. Meðan tað bleiv til 16 stig í fyrru helvt.

Nevnast skal eisini at tað vóru fleiri heimadystir í fyrru helvt av kappingarárinum. 8 út av 15 vóru heimadystir í fyrru helvt og 5 út av 12 í seinnu helvt. Serliga hjá einum uppflytara er tað á heimavølli at stigini skulu fáast til hølvdar.

Eitt sindur av simplari rokning vísir, at vit fingu 1,07 stig per dyst í fyrru helvt, meðan talið var 0,58 stig per dyst seinnu helvt. Tað er eisini greiður munur á hvussu úrtøkan var á heimavøllið, vit fingu 1,6 stig per dyst fyrru helvt, meðan vit bert fingu helvtina av tí, nevniliga 0,8 stig per dyst, í seinnu helvt.

Høvdu vit fingu líka nógv burturúr heima seinnu helvt so høvdu vit fingið 8 stig út av teimum 5 heimadystunum, hetta hevði ikki í sær sjálvum broytt støðuna álvarsliga.

Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir stigini, ið vit megna at vinna okkum samantald gjøgnum leikumførunum.

stig-gongd

Tey stigini, ið serliga væntað á kontoini eru tey seks stigini, ið vit veruliga áttu at fingið okkum greitt og týðiliga – talan er um báðar dystirnar móti 07 Vestur har vesturi. Tey seks stigini høvdu gjørt at vit endaðu árið við 29 stig, akkurát nokk til at koma fram um KÍ.

Gongdin á stigatalvuni sæst niðanfyri og millum annað sæst at vit liggja í fleiri leikumfør í fyrru helvt á einum 7. plássið. Seinna helvt var tó sera einsforma har vit enda niðri á 9. plássið og vera liggjandi har til enda.

stigatalvu-gongd

Venjararnir

Ikki oftani er tað sæð at eitt lið í bestu deildini hevur, tá árið er farið at halla, havt tríggjar venjarar gjøgnum árið. Árið byrjaði við Hans Fróða Hansen, síðani var hann koyrdur eftir dystin móti ÍF í Fuglafirði, har ÍF vann 4-3 í einum sera undirhaldandi dysti sæð frá áskoðaraplássunum. Hetta var fyrsti dystur eftir summarsteðgin. Hans Fróði fekk sostatt 16 dystir við Effoliðnum hjá TB í 2013. Hann megnaði at fáa 16 stig inn á TB kontoina.

Bill McLeod Jacobsen varð fingin at taka sær av liðnum inntil ein varandi loysn var klár. Hann fekk tríggjar dystir saman við Effoliðnum hjá okkum, tríggjar torførar dystir har tað ikki spurdist nakað stig burturúr.

Síðani bleiv avtalan við Páll fingin í lag og kom hann at standa á odda fyri liðnum til dystin móti ÍF heima. Hann endaði við einum 0-1 sigri til ÍF. Samanlagt fekk Páll átta dystir í ár og góvu teir 7 stig.

Bill fekk 0 stig per dyst í sínum trimum dystum. Páll fekk 0,88 stig per dyst. Hans Fróði fekk 1,0 stig per dyst.

Miðvegis krisan

Miðvegis í kappingini hava vit tað sera trupult, talan er um tíðarskeiðið frá 14. leikumfar til og við 20. leikumfar. Vit fáa ikki eitt einasta stig í hesum dystunum og tað er turbulent við venjaraskiftingum. Mótstøðuliðini eru í hesum umførunum tey sterkastu, tá sæð verður burtur frá tapinum móti AB á Argjum í 14. leikumfarið.

Hetta var ein dapur tíð í 2013 við so mongum ósigrum, samstundis sum AB fekk vind í seglini og veruliga fótaði sær, dróg seg upp um okkum og síðani sóu vit teir ikki aftur á stigatalvuni, teir vóru long gone.

Leikararnir

Ársins hópur hevur samantalt verið umboðaður av 26 leikarum. Av teimum hava níggju spælt omanfyri 2.000 minuttir. Leikarin við flestum minuttum er Babacar Ndiour, sum hevur leikt 2.340 minuttir fyri felagið í ár. Hann skeyt trý mál í ár.

IMG_8559

Merkisvert er eisini at the grand old man Óli Johannesen hevur spælt 2.234 minuttir og hevur eins og Babacar skotið trý mál. Imponerandi av tí 41-ára gomlu legenduni.

Nevnast kann sostatt er ongin av leikarunum hevur verið við í øllum leikumførunum, hetta hevur verið vegna skaðar og leikbann.

Fara vit til kortini, so síggja vit at tað er miðvallarkemparin, Martin Tausen, ið hevur fingið flestu kortini, 9 gul, tó onki reytt. Vit hava fingið trý reyð kort í ár og fingið tey hava Ivan, Óli og Poul.

Poul Ingason gjørdist toppskjútti í felagnum við 7 málum. Eitt miðal áljóðandi 0,28 mál per dyst. Hann leikti 25 dystir. Í miðal vóru tað 297 minuttir millum málini hjá unga álopsleikaranum.

Umframt Poul hava Ndende og Ragnar skotið 5 mál. Ragnar skoraði eitt mál fyri hvørjar 241 minuttir hann leikti fyri Effodeildarliðið.

Hetta vóru so nøkur av teimum hagtølunum, ið vit høvdu at borðreiða fyri tykkum í hesum umfarinum.

Komandi ár

Hvussu hópurin verður til komandi ár, tá vit fara at leika 1. deildar fótbólt er ikki avgjørt enn, men vit her á heimasíðuni fara sjálvsagt at bera tíðindi um TB, so hvørt tey daga undan.

Eitt er so vist og tað er at vit skulu í komandi kappingarár leika leygardagsfótbólt, millum annað verður grannauppgerð millum besta liðið hjá TB og teimum fyri sunnan, Football Club Suðuroy á skránni aftur. Tó so var hendan grannauppgerðin gamaní eisini í ár, men tá vóru tað besta liðið hjá FC Suðuroy ið møtti okkara 1. deildarliðið. Av teimum trimum uppgerðunum vunnu vit tveir av dystunum.

 

Scroll to Top