So er tíðin aftur komin til at árligi TB basarurin er á skránni. Altíð hugnaligi og vælvitjaði basarurin verður 8. november. Hann verður hildin í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla. Basarurin byrjar klokkan 15:00.
Her verða sum vant nógvir góðir vinningar. Millum annað krov, flak, karamellur og sodavatnskassar.
Harumframt verða eisini nógvir vinningar á lutaseðli.
Í samband við basarin hjá Tvøroyrar Bóltfelag hevur kafeteria opið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.