AVGERANDI DYSTUR Í MORGIN KL. 15:00 – MØTIÐ UPP!!!

Góðu tit øll, ið eru góð við felagið, í morgin verður seinasti heimadystur hetta kappingarárið. Mótstøðuliðið er ÍF, ið nú liggur á 1. plássinum í deildini, eitt pláss, ið okkara menn annars hava sitið á meginpartin av árinum.

Vinna vit dystin í morgin, so kunnu fólk aftur gleða seg til fótbólt í bestu mannsdeildini við Stórá. Tveir dystir eru eftir og í løtuni eru vit 4 stig aftanfyri ÍF – tað vil siga, at vit kunnu framvegis vinna deildina.

Í hølunum á okkum, 3 stig aftanfyri, eru sandingar úr B71. B71 hevur eisini tveir dystir eftir ímóti júst somu mótstøðuliðum sum TB – ÍF og Undrið. B71 hevur eina málúrtøku, ið er 11 mál verri enn okkara. Tí er næstan nokk við einum javnleiki í morgin – um sandingar so ikki gera ein “EB/Streym”, eins og TB gjørdi á sinni, við at vinna 11:0.

KAPPINGARÁRIÐ 2022

Tað mugu vera sera fá, ið hava fylgt við gongdini í felagnum, ið høvdu væntað at TB skuldi liggja so ovalaga tá árið varð av. Kappingin gekk tó strúkandi fram móti summarstøðginum, so strúkandi, at fólk gjørdist “forvænd” og hildu at vit fóru at koma valsandi beint upp í betu deildina aftur.

Tíverri hevur ikki gingið eftir ætlan síðan summarstøðgin og vit kunnu framvegis enda við at verða verandi í næstbestu deildini, tá kappingarárið er liðugt.

HVAT KUNNU VIT GERA?

Vit kunnu møta mannsterk upp í morgin. Vit kunnu vísa okkara stuðul til liðið við at vera í TB-troyggju, turriklæði og húgvu. Vit kunnu rópa og stuðla positivt, heldur enn at peika á tað negativa á vøllinum – tað vita spælararnir jú sjálvir frammanundan. Vit kunnu hava vimplar við, vera andlitsmálaði, hava trummur við og so framvegis. Saman kunnu vit gera okkara fyri, at liðið fær júst tað eyka, ið skal til fyri at fáa sigurin í hús.

Hagtølini siga, at TB hevur tapt 02 móti ÍF heima og vunnið 5-2 úti í ár. Hagtøl eru floytandi líka mikið í morgin – í morgin snýr tað seg einans um tann dystin, ið er á skránni.

Vilja vit síggja Betri-fótbólt í komandi ár, so fara vit øll at fylgja við, við Stórá í morgin!!!

Einaferð TB – Altíð TB!!!

Scroll to Top