Í samband við samstarvinum í vaksnamannafótbóltinum hjá Tvøroyrar Bóltfelag, FC Suðuroy og Bóltfelagnum Royn hevur FSF staðið frammanfyri einari dómaraavbjóðing. Vanligt hevur verið higartil, at dómarar hjá einstøku feløgunum hava dømt hjá hvørjum øðrum, men við nýggja samstarvinum var neyðugt at endurmeta hesa skipan og loysn er funnin á málinum.
Niðurstøðan hjá FSF í hesum sambandið er hendan:
- Dómaraásetingin verður sum áðrenn samstarvið byrjaði
- Bert Úrmælingar ella skikkaðir dómarar/hj.dómarar hjá TB, FC Suðuroy og Royn kunnu døma 1.deildar liðið, menn, hjá TB/FC Suðuroy/Royn
- Dómarar hjá TB, FC Suðuroy og Royn kunnu ikki døma Effodeildarliðið hjá TB/FC Suðuroy/Royn