Avgerðin fallin

Í dag bleiv lagnudagurin hjá TB, og vit sita eftir við eina stóra ónøgd, tí vit noyðast niður í 1. deild. Dysturin í dag hevði sera stóra áhuga millum teir ymsu miðlarnir – eitt nú útvarpaði KVF og Rás 2 dystin, men tað sum var munandi meira forkunnugt og spennandi var at Portal.fo við Knassum valdu at streama dystin beinleiðis umvegis alnótina.

Hetta riggaði sera væl, hvussu so er fyrsta hálvleik, tí eftir hetta fingu teir tøkniliga trupulleikar, sum viðførdu at ein bert kundi síggja dystin umvegis einum teldli, t.d. Microsoft Surface og Apple iPad. Hetta var sera harmiligt, men tó skal sigast at góðskan var góð í streamningini. Viðmerkjarin hevði tó ikki heilt greiðu á viðurskiftunum hjá TB í samband við niðurflytingini, men lat tað fara.

TB byrjaði soleiðis, liðuppstillingin var merkt av at miðverjugeneralurin, Óli Johannesen, hevði leikbann.

Ivan

Teitur O. – Babacar – Dan – Teitur J

Poul – Ndende – Martin – Rógvi – Ragnar

Aron

Dysturin var domineraður av at HB hevði bóltin meira og komu teir fram til nakrar kjansir, men Ivan stóð ein góðan dyst í dag, eins og hann so ofta hevur gjørt fyri okkum í ár.

Avgerðin fall aftaná gott og væl ein tími var leiktur, eitt mál, ið hevur skapt mikla øsing millum mangar TB fjepparar, tí øll eru so at siga ónøgd við at tað ikki bleiv dømt rangstøða í støðuni. Christian Mouritsen skjýtur ein bólt frá straffisparksblettinum og Fróði Benjaminsen, ið er klárt rangstaddur tekur eitt fet ella tvey og letur síðani bóltin fara millum beinini á sær, sum heldur á fram inn í netmeskarnar.

Tað er óveruligt at hetta ikki bleiv kolldømt, og vit sita eftir við einari kenslu at vit áttu at fingið tað eina stigi við heim, tí HB skoraðu ikki fleiri mál enn hetta eina.

Niðanfyri er brot úr lóg FSF um rangstøðu:

Ein leikari, sum er rangstaddur, skal bert revsast , um hann, tá ið bólt­
urin verður nortin ella spældur av einum liðfelaga, eftir meting dóm­
arans luttekur í leiki við at:

  • Leggja upp í leik, ella.
  • Órógva ein mótleikara.
  • Vinna sær fyrimun við at verða rangstaddur

Vit eru ikki í iva um at bæði punkt tvey og trý eru brotin við málið hjá HB og tí átti tað at verið kolldømt!

Leikarirnir á vøllinum vóru ei heldur í iva, tí eftir at hetta málið kom vóru teir ørir inn á bæði dómaran, Lars Müller og linjuverjan, ið ikki valdi at hevja flagg sítt. Løtuna aftaná hetta vóru leikarirnir eisini frustreraðir yvir avgerðina og eitt nú fingu fleiri teirra gult kort.

Um tað so hevði hjálpt nakað í síðsta endanum er ilt at siga, men nú kunnu vit so fyrireika okkum mentalt uppá vit skulu leika leygardagsfótbólt í næsta ár. Tað skal tó nevnast, at tað teoretiskt ikki er avgjørt, men KÍ møtir 07 Vestur í seinasta leikumfarið, har vit taka í móti Víkingi. Vit skulu vinna við rættuliga mongum málum, samstundis sum at KÍ fær ein sekk frá vágamonnum.

Vit ynskja Havnar Bóltfelag hjartaliga til lukku við føroyameistaraheitinum 2013!

Scroll to Top