-
Vit hava fingið eitt prát við fryntliga venjaran hjá B36, Una Holm Johannesen. Vit spyrja um leyst og fast og venjari kemur við sínum erliga boði uppá tingini. Vit takka hjartaliga fyri ómakin og ynskja B36 alt tað besta – bara ikki móti TB 🙂
Tit høvdu eina flúgvandi byrjan upp á árið, men nú tykist stígur vera komin í, hvat er áfatt?
Seinastu trý umførini hava vit spælt javnt ímóti KÍ, EB/Streymi og AB. Hetta hava verið tættir dystir. Munurin er, at vit vunnu líknandi dystir fyrstu vikurnar av kappingini. Á Argjum vóru vit á odda 2-0, tá vit fingu ein mann útvístan miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Vit royndu at verja leiðsluna, men tað eydnaðist tíverri ikki. Tað sær helst ikki nossligt út, at næstfremsta liðið í kappingini hevur ikki vunnið ein landskappingardyst síðan tann 3. mai. Vit lata kortini ikki illa at. Vit skava enn stig saman, hóast vit spæla ikki við sama yvirskoti. Avrikini hava verið góð og disiplinera í stórum løtum av dystunum. Nú ræður bara um at vinna ein dyst aftur, tí tá er nemmast at halda ferðina og byggja víðari. Umstøðurnar eru kanska eisini broyttar nakað til onkrar dystir. Fleiri av teimum yngru spælarunum hava staðið seg sera væl hjá okkum. Teir hava fingið løn fyri sítt áhaldni við at sleppa upp í part hjá besta liðnum. Dømi eru Andrias Eriksen, Sandri Færø, Høgni Midjord, Eli F. Nielsen, Árni Guldborg Nielsen, Jákup Højgaard og Rasmus Dam Sørensen, meðan aðrir eru á veg. Soleiðis skal tað eisini vera, tí næstbesta liðið hjá B36 skal vera við til at menna ungu spælararnar. Men tað merkist sjálvandi, at vit missa spælarar, sum hava verið eyðsýndir hjá okkum. Tað skal ikki skiljast sum ein umbering, tí tað er okkara uppgáva. Skaðar og leikbann hava eisini ávirkað onkrar dystir.Kostar tað tykkara liði, at leikarar verða tiknir upp til besta lið felagsins?
Tað sigur seg sjálvt, men vit fegnast um ta gongdina.Hvussu er hópur tykkara fyri? Skaðar – karantenur?
Toppskjúttin í deildini, Gestur B. Dam, og Julian Jónsson Johansen hava í øllum førum leikbann. Enn vita vit ikki, hvørjir skulu við besta liðnum hetta vikuskiftið, so endaligi hópurin verður úttikin hósdagin ella fríggjadagin.Leygardagin kemur TB til Gundadals, hvønn dyst væntar tú tær?
Vónandi verður tað ein undirhaldandi dystur. Vit ræðast í øllum førum ikki uppgávuna. Vit eru best, tá vit stýra dystinum og leypa á, og tað royna vit sjálvandi aftur hesaferð.Væntar tú, at tit megna at koppa TB, sum teir fyrstu í ár?
Eg dugi ikki at síggja, hví tað ikki skal eydnast. Sum úrslitini vísa, hevur TB besta og mest støðuga hópin í deildini, men tá vit spæla við bestu manning, og tað gongur okkara veg, so vinna vit sannførandi á øllum – 4-1 á EB/Streymi, 8-1 á KÍ, 5-2 á 07 Vestur eru dømi um tað.Til dystin við Stóra megnaðu tit ikki at manna lið, kunnu vit vænta eitt fullmannað B36-lið, sum vil vaska hetta keðiliga minnið av sær?
Tað sigur seg sjálvt. Eingin var meira harmur um tann dystin enn felagið sjálvt, og vit, sum varða av liðnum. Besti mátin at reisa seg aftur er júst at vinna slíkar dystir.Um tú skuldi framhevja onkra dygd hjá komandi mótstøðuliðnum, hvør kundi hon verið?
Ítróttin prógvar aftur og aftur, at viljin ber langt. Tað eru óteljandi dømi um tað. Sermerki hjá TB hevur verið tann ótroyttandi viljin og at halda fokus á tað, sum ber til, hóast umstøðurnar ikki altíð hava verið tær bestu. Tað kundu nógv lært av, tí einki spyrst burtur úr ongum.Sami spurningur, men her kundi eg hugsað mær at hoyrt um onkran veikleika?
Veikleikunum ætla vit at fáa sum mest burturúr leygardagin, so eg fari ikki at avdúka tað herBesti spælarin hjá mótstøðuliðnum?
Har eru fleiri, sum røkja sína uppgávu væl. Tað er kortini altíð stuttligt at síggja Óla Johannesen spæla.Tippa um úrslitið?
Vit gleða okkum at fáa vitjan og vænta, at vit vinna 3-1.Tippa um topp 3, tá kappingin er av?
1. TB
2. B36 II
3. FC Suðuroy