TB Online Bingo
Ofta settir spurningar
https://www.facebook.com/tbonlinebingo
Hvat kosta pláturnar?
Tú kanst keypa eitt heftið fyri fyri 50,- kr.
Hvar keypi eg plátur?
Tú flytir upphæddina fyri ynsktu plátunøgdina, á konto 9181-1694903 hjá TB og sendir okkum kvittan fyri flytingina, til teldupostadressuna 1892bingo@gmail.com
Hvar kann eg keypa BINGO blokkar?
Tvøroyri: Esla, og Magn
Vágur: Torgið
Í øllum FK handlum
Kunnu øll vera við?
Ja, øll kunnu vera við, óansæð hvar í Føroyum tey búgva – ja óansæð hvar í heiminum ein býr.
Hvar síggi eg TB-Bingo?
Vit senda á Youtube, á https://www.youtube.com/channel/UCcXWVtD7p68zIBuS_hkedGA
Beinleiðis sendingin byrjar uml. 15 min áðrenn bingo fer í gongd. Ert tú komin inn á síðuna áðrenn, er tí neyðugt at endurinnlesa síðuna (uppdatera) hana, annars sæst beinleiðis leinkið ikki? Tá sendingin fer í gongd, verður beinleiðis leinkið eisini lagt út á heimasíðuna hjá felagnum og á bólkin hjá felagnum á Facebook https://www.facebook.com/groups/49963574865. Øll eru hjartaliga vælkomin at fáa limaskap í bólkinum, so ber eisini betri til at fylgja við gongdini.
Hvussu er spælið skipað og hvat kann eg vinna?
Vit spæla 5 spøl. Fyrst spæla vit um eina rekkju, síðan tvær rekkjur á somu plátu og at enda spæla vit um fulla plátu.
Hvat geri eg, um eg havi vunnið?
So ringir tú 25 26 10 og upplýsir hvat tú hevur á plátuni( eina rekkju, tvær, ella fulla) og sigur hvat plátunummarið er. Nummarið finnir tú niðast til vinstru, á hvørjari einstakari plátu. Tú fært beinanvegin at vita um tú hevur rætt og so skalt tú upplýsa ein bústað, ið vit kunnu senda vinningin til.
Nær er seinasti møguleiki at keypa plátu?
Seinasta freist er umleið ein hálvan tíma áðrenn bingo fer í gongd.
Annað
Telefonnummarið, 252610, skal einans brúkast til at ringja á, um ein hevur vunnið. Heitt verður á fólk, um ikki at ringja á nummarið við fyrispurningum. Eru fyrispurningar, ber til at senda teir á 1892bingo@gmail.com.
Kunning um bingo, verður annars løgd út á her á heimasíðuna hjá felagnum og á bólkin hjá felagnum á Facebook https://www.facebook.com/groups/49963574865.
TB Online Bingo