Bláa Bylgjan brýtur í sunnan

Sunnudagin stendur áttanda umfar á skránni í Effodeildini og talan verður av sonnum um toppdyst. KÍ liggur á deildum fyrsta plássið saman við Víkingi. Beint aftanfyri liggur TB/FC Suðuroy/Royn, ið er komið væl frá byrjan.

Seinastu tveir dystirnir eru báðir taptir, men nú skal KÍ vitja við Stórá og her skulu vit aftur vísa, at tað ikki skal vera lætt at vinna sær stig við Stórá.

Mikkjal Thomassen og hansara menn eru vandamiklir og nú er fyrrverandi leikarin úr Tvøroyrar Bóltfelag, Albert Adu eisini komin í gongd við málskjótingina. Hetta er eftir eina kanska heldur trilvandi byrjan, har tað bendi á, at KÍ ikki hevði so stórt álit á frálíka framherjanum. KÍ hevur skotið 11 mál í hesum fyrstu sjey dystunum, tó so er hetta bert eitt meira enn vit hava skotið.

TB/FC Suðuroy/Royn má vera Hera Kjærbo fyri uttan, sum bleiv fyrsti maður, ið fekk leikbann. Heri fekk sítt fjórða gula kort í dystinum ímóti HB í Gundadali. Umframt Hera, so er Salmundur framvegis ikki klárur eftir skaða.

Tíbetur kunnu vit fegnast um, at Stefan Radosavljevic við aftur eftir, at hann hevur verið við U17 landsliðnum hjá Føroyum til EM endaspælið í Kroatia. Føroyska landsliðið tapti tíverri allar dystirnar í Kroatia. Les meira um tað í aðrari grein á TB.fo.

Dysturin verður við Stórá sunnudagin 14. mai klokkan 14:30.

Mynd: Bjartur Vest

Scroll to Top