Í dag verður fyrsti veruligi dysturin hjá nýggja samstarvinum millum TB, FC Suðuroy og Royn. Talan er um 1. deildardyst har ÍF kemur suður á vitjan. Dysturin verður klokkan 15:00 í Vági.
Í morgin verður fyrsti dysturin hjá TB/FC Suðuroy/Royn í Effodeildini, tað verður eisini ÍF sum kemur á vitjan – tann dysturin verður leiktur við Stórá klokkan 15:00.
Nýggju búnarnir eru komnir til oynna og vera teir klárir til dyst.