Fótbóltssamband Føroya hevur nú brúkt allan veturin at leggja kappingarskránna fyri 2016. Byrjað verður við tveimum útidystum móti ávikavist KÍ og B68. Fyrsti dysturin móti KÍ verður 5. mars í Klaksvík.
Annars skulu vit longu í øðrum dystinum í ár møta nýggja felagnum hjá fyrrverandi venjara okkara, Páll H. Guðlaugsson. B68 flutti upp í fjør saman við Skála.
Summarfrítíðin verður millum 24. juni og 27. juli. Seinasti dystur áðrenn summarfrítíðina er móti Víkingi á heimavølli, tó so at hesin møguliga verður umbýttur við tann umvenda dystin 2. oktober stendur í viðmerkingum frá FSF.
Annars so eru 16 dystir áðrenn og 11 dystir eftir summarfrítíðina. Kappingin hjá okkum endar 22. oktober í Gundadali móti B36.