Casper Radza verður aftasti skansi okkara

Seinastu mongu dystirnar hjá TB hava vit ikki havt ein fastan málmann. Predrag Markovich og Meinhardt Joensen hava báðir vart málið framúr væl, meðan vit hava leitað okkum eftir einari varandi loysn. Nú er so komið á mál og kunnu vit avdúka, at TB hevur gjørt sáttmála við danan Casper Radza.

Casper er 22 ára gamal og hevur seinastu árini verið 3. málmaður í superligahópinum hjá OB. Hann hevði sín fyrsta dyst í superliguni í 2015 og hevur so seinastu mánaðirnir verið í málinum hjá Næsby BK. Casper hevur eisini verið í øllum U-landsliðshópunum hjá DK frá U-16 og til U21.

Casper verður væntandi á Tvøroyri í inniverandi viku og eru vit sera spent uppá at fáa hann afturat hópinum.

Casper skal verða hjartaliga vælkomin á Tvøroyri og vit ynskja honum bestu eydnu sum málmaður fyri felag okkara.

Scroll to Top