Fótbóltur

Greinar viðvíkjandi fótbóltsdystir í felagnum.

Fjepparafelag verður stovnað

Tvøroyrar Bóltfelag hevur altíð verið nakað heilt serligt, og tað livir í best hugsandi umstøðum í løtuni. Felagið hevur fingið gomlu karmarnar á Sevmýri skiftar út, við snotuligar karmar inni i Trongisvági. Gamaní er nýggja TB húsið ikki bygt enn, men tá tað eisini stendur reist, hevur felag okkara, teir frægastu í landinum. Umframt betur …

Fjepparafelag verður stovnað Read More »

13. juni var stórur Grassrootsdagur við Stórá

Í fjør, skipaði Tvøroyrar Bóltfelag, saman við lærarum í Tvøroyrar – og Trongisvágs Skúla, fyri stórum degi, halgaðum fótbólti, og gleðini, hendan vakra ítróttargrein gevur okkum øllum. Tiltakið eydnaðist sera væl, og tá Fótbóltsamband Føroya, aftur í ár, heitti á fótbóltsfeløgini kring landið, um at skipa fyri einum líknandi tiltaki, fall tað okkum rættuliga lætt, …

13. juni var stórur Grassrootsdagur við Stórá Read More »

TB vant burturúr FC Suðuroy

Hjá TB hevur gingið rættuliga gott í Effodeildini higartil. Teir hava skapt sær ein veruligan varða, inni við Stórá í Trongisvági, og tað hevur rokkið til fleiri sera góð úrslit. Ónskvøldið vóru grannarnir úr FC Suðuroy á vitjan, og hevur tað gingið gott hjá TB higartil, so er støðan hjá gestunum ørðvísi. Teir høvdu, undan …

TB vant burturúr FC Suðuroy Read More »

Sundalagsmenn er næstir

Sundalagsmenn, sum hava gjørt sær dælt av, at oddaliðið, Víkingur hevur snávað seinastu umførini, skulu í morgin royna at fáa nakað burturúr sera trupla útidystinum móti TB. Sundalagsmenn liggja undan 10 leikumfari á næstovasta plássi, so teir hava avgjørt brúk fyri einum útisigri. Hjá TB ræður tað hinvegin um, at halda fram við góðu gongdina, …

Sundalagsmenn er næstir Read More »

Seinkaða dystarfrásøgnin

TB leikararnir góvu felagi sínum eina fantastiska føðingardagsgávu, og eina best møguliga upptakt til stóru føðingardagsveitsluna leygarkvøldið, tá teir vunnu ein væl uppibornan 3-1 sigur á B68. TB átti munin frá byrjan, og bert eina løtu móti endanum av dystinum, megnaðu gestirnir at leggja TB undir trýst. Við sigrinum hálaðu TB seg enn eitt pláss …

Seinkaða dystarfrásøgnin Read More »

Sevmýri kemur okkum til hjálpar

Komandi vikuskifti verður stovningardagurin hjá TB hátíðarhildin á Tvøroyri. Nógvur fótbóltur er sjálvandi á skránni, umframt annað. Dystirnir verða so nógvir, at nýggi vøllurin við Stórá ikki rúmar øllum dystunum, men TB hevur enn ræðið yvir vøllinum  á Sevmýru, og verður hann tískil tikin í brúk aftur leygarmorgunin.

Javnleikur í truplum útidysti

FC Suðuroy og TB samdust leygardagin um 1-1 javnleik, men so var tað ikki meira, ið liðini samdust um. Dysturin fer neyvan í søguna fyri gott fótbóltspæl, men hvat spenningi og intensiteti viðvíkur, har væntaði avgjørt onki.

Røður og myndir frá hátíðardegnum við Stórá

Tvøroyrar Hornorkestur, undir leiðslu av Trónduri Enni løgdu fyri við framúr góðum horntónleiki, tá Tvøroyrar Bóltfelag kundi hátíðarhalda innvígingina av nýggja vøllinum við Stórá sunnudagin. Karmarnar vóru teir bestu inni í ítróttarhøllini í Trongisvági, so avgerðin um, at flyta tiltakið frá nógva regninum, inn undir lonina á høllini, var løtt at taka. Fyrst á skránni …

Røður og myndir frá hátíðardegnum við Stórá Read More »

TB vann debutdystin við Stórá

Við einum kanón arbeiðsinnsatsi í verjupartinum, koppaði TB teimum reyðkløddu fuglfirðingunum, tá fyrsti dysturin á nýggja leikvøllinum við Stórá bleiv spældur í dag. Hóast ÍF átti at kalla alt spælið, dystin á tamb, so fekk TB vart einsamalla málið, sum teir megnaðu at skora longu tíðliga í dystinum. ÍF royndi og royndi, men tað skuldi …

TB vann debutdystin við Stórá Read More »

Seks mál og tvær útvísingar

Tað bleiv ein undirhaldandi fyrsti dystur á nýggja vøllinum við Stórá í dag. U-16 liðini hjá TB/ROYN og B36 vístu í løtum gott spæl, og vit fingu heili seks mál og tvær útvísingar í dystinum.

Dystir um vikuskiftið

Nú ymsu kappingarnar av álvara eru byrjaðar, stendur enn eitt vikuskifti, við einari rúgvu av dystum, fyri framman. Enn eru U-8 og U-10 hjá gentum og dreingjum ikki byrjaði, men øll hini liðini hjá ungdómsdeildini kappast leygardagin, umframt at 3.Deild, 2.Deild og Effodeildin eisini skulu spæla sama dag. Orsøkin til at eisini Effodeildin spælur leygardagin …

Dystir um vikuskiftið Read More »

Scroll to Top