Fótbóltur

Greinar viðvíkjandi fótbóltsdystir í felagnum.

Dreingir byrja at venja leygarmorgun

Dreingjaliðið hjá TB/Royn byrja sína uttanduravenjing leygarmorgunin kl 10:30 á Sevmýri. Leikararnar verða bidnir um at møta í minsta lagi 15 minuttir áðrenn venjingin byrjar. Meira kunning um venjingartíðir fáa dreingirnar til fyrstu venjingina, og seinni verður tað eisini lagt út her á síðuna. Sveinbjørn Danielsson, venjari

Breiddin sigraði

TB spældi ársins fyrsta venjingardyst í Vági í dag, og hóast tað var heimaliðið, ið var á odda 1-0 í steðginum, megnaðu tvøramenn at vinna 3-1. Bæði liðini skiftu nógvar leikarar í steðginum, og tí var tað ikki so lætt at fáa spælið at glíða heilt væl. Man fekk tó kensluna av, at TB hevði …

Breiddin sigraði Read More »

TB legði sínar ætlanir fram í kvøld

Á kunnandi fundi á Seglloftinum í kvøld, legði Tvøroyrar Bóltfelag sínar ætlanir fyri árið fram. Fjøldin var toluliga stór, og áhoyrararnar hoyrdu fyrst formannin, Andra Dalfoss taka orðið, áðrenn venjarin, hjálparvenjarin og forkvinnan í ungdómsdeildini fingu orðið. Eisini varð kunnað eitt sindur um vallarverkætlanina, sum umboð fyri Suðuroyar Ítróttardepil tóku sær av. Felags fyri røðararnar …

TB legði sínar ætlanir fram í kvøld Read More »

Innandurakappingin verður 18. februar

Eftir at hava flutt tiltakið aftur og fram millum ymisk tíðspunktir, er tað nú greitt, at árliga innandurakappingin, Bassa Cup verður hildin 18. februar í høllini í Trongisvági. Nakrar ferðir  hava vit verið noydd at flyta tiltakið, orsakað av samanrenningum við aðrar ítróttargreinar, men nú er tíðspunktið sett endaliga.

Ghanesi til royndarvenjing

TB hava fingið fatur á einum álopskendum miðvallara úr afrikanska landinum Ghana. Leikarin talan er um, er Samuel Ayew Yeboah, og er hann skrásettur fyri ein landsdyst fyri Ghana afturi í 2009, í African Nations Championship. Hesin Samuel kemur til royndarvenjing á Tvøroyri í næstum, og gongur tað honum væl, verður sáttmáli væntandi undirskrivaður millum …

Ghanesi til royndarvenjing Read More »

Scroll to Top