Kunngerðir

Kunngerðir frá felagnum, herundir eisini tíðindaskriv og fráboðanir.

Tarvskálvurin gjørt sína skyldu

So hevur tarvskálvurin gjørt sína skyldu, og hepni vinnarin gjørdist eigarin av seðli nr. 16. Vinnarin verður biðin um at senda Charlottu eini boð ella ringja á tlf. 282060. Vit takka øllum hjartaliga fyri stuðulin. Dagføring: Vinnarin er funnin – hjartaliga til lukku við vinninginum Paulina Niclasen

Fyrstuhjálparskeið við Stórá

Eftir álvarsomu hendingina í dysti í Klaksvíkini herfyri gerst tað alsamt meira greitt, hvussu stóran týdning fyrstuhjálp kann hava. Eisini eru hjartastartarar vornir alsamt meira eyðsýndir í býarmyndini har fleiri eru settur upp runt í Føroyum. Tvøroyrar Bóltfelag hevur nú tikið stig til at skipa fyri fyrstuhjálparskeiði við Stórá tórskvøldið klokkan 18:00. Talan verður um …

Fyrstuhjálparskeið við Stórá Read More »

Venjingin byrjar aftur hjá teimum ungu

Summarfrítíðin er um at vera av, skúlarnir byrja aftur komandi viku og harvið so byrjar venjingin hjá øllum børnunum aftur. Sum útgangsstøði eru venjingartíðirnar tær somu, men eru broytingar vera tær kunnaðar á Facebook bólkunum hjá árganunum. Hvørjir teir bólkarnir eru kunnu tit síggja her. Har síggja tit eisini venjingartíðirnar sum hava verið undan summarsteðginum …

Venjingin byrjar aftur hjá teimum ungu Read More »

Skrá fyri fótbóltsskúlanum

Aftur í ár skipar TB fyri tí vælumtókta fótbóltsskúlanum, ið felagið hevur skipað fyri í fleiri ár. Fótbóltsskúlin verður á vøllinum við Stórá og bufféin verður í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla. Skráin í ár verður soleiðis: Týsdagin 11. august 9:30-15:00. Buffé á miðdegi. Onsdagin 12. august 9:30-15:00. Buffé á miðdegi. Tórsdagin 13. august 9:30-15:00. Buffé …

Skrá fyri fótbóltsskúlanum Read More »

Kvinnukvøld

Tvøroyrar Bóltfelag skipar fyri kvinnukvøldið tórskvøldið 16. apríl. Lutaseðlar verða til keyps á kvinnukvøldinum, 5,- kr/stk við hópin av góðum vinningum. Skráin fyri kvøldið sæst niðanfyri. Seinasta freist at keypa atgongumerki til kvinnukvøldið er týskvøldið klokkan 23:00.

Eykaaðalfundur 23. mars

Eykaaðalfundurin sum var útsettur verður við hesum lýstur at vera 23. mars klokkan 19:00 í hølum felagsins við Stórá. Á uppruna skránni var bert grannskoðaði roknskapurin fyri 2014, nú er skráin tó víðka við trimum punktum afturat. Skrá fyri eykaaðalfundin Framløga av granskoðaðum rokniskapi 2014 Val av einum starvsnevndarlimið Val av tiltakslimið Val av einum umboðsnevndarlimið

Kaffi í TB Húsinum

Tvøroyrar Bóltfelag vil við hesum bjóða øllum fjepparum til kaffi og køkur í annaðkvøld, fríggjakvøld, áðrenn leikararnir skulu taka hol á annað umfar í Effodeildini. Her fæst møguleiki at heilsa uppá leikararnar, sum skulu leika móti AB hetta vikuskifti. Kaffi og køkur verður borðreitt við klokkan 19:00 fríggjakvøldið.

Eykaaðalfundurin útsettur

Eykaaðalfundurin, sum var settur á skrá til mánakvøldið er útsettur. Higartil er ikki avgjørt nær eykaaðalfundurin verður. Á upprunaskránni var framløga av grannskoðaða roknskapinum fyri 2014. Boðað verður frá, tá nýggj dagfesting er funnin til eykaaðalfundin.

Eykaaðalfundur 23. feb

Tvøroyrar Bóltfelag vil við hesum lýsa til eykaaðalfund mánakvøldið 23. februar klokkan 19:00 í hølum felagsins við Stórá í Trongisvági. Á skránni er framløga av granskoðaðum roknskapi fyri 2014. Sum mongum kunnugt, so fylgir roknskaparárið hjá Tvøroyrar Bóltfelag álmannakkanum og tí er neyðugt við eykaaðalfundi, tá árligi aðalfundurin liggur í november.

Gerst limur í TB

Uttan limir er onki felag! Sjálvt um TB hevur nógvar limir, bæði íðkandi og hvílandi, er tørvur á enn fleiri. Tað er okkara vón, at tey, sum ikki eru limur í TB, tekna seg sum lim í felagnum. Ætlanin er, at tey, ið gjalda limagjald i árinum 2015, fáa eitt limakort, tá limagjaldið er goldið. …

Gerst limur í TB Read More »

Leikarafundur mánakvøldið

Mánakvøldið verður boðið til leikarafund fyri øllum teimum, ið hava áhuga at spæla fótbólt í Tvøroyrar Bóltfelag komandi kappingarár í 1. og 2. deild. Heitt verður tí á allar leikarar um at møta upp til fundin, ið verður í TB Húsinum við Stórá klokkan 19.00 mánakvøldið 25. november. Nýggir leikarir eru vælkomnir.

Hans Fróði Hansen steðgar sum høvuðsvenjari hjá TB

Nevndin í Tvøroyrar Bóltfelag vil hervið boða frá, at Hans Fróði Hansen ikki longur er høvuðsvenjari hjá felagnum. Partarnir hava valt at enda samstarvið og er hetta gjørt í sátt og semju. Arbeitt verður nú við at finna nýggjan høvuðsvenjara og væntandi verður nýggjur venjari settur ein av komandi døgunum. Nevndin  

Uppboðssøla av troyggju

Tit hava valt dagsins leikara móti ÍF og úrsliti gjørdist rættuliga greitt, tá saman um kom. Óli Johannesen, sum við einum málið var við at tryggja eina stigið, varð valdur til dagsins leikara móti ÍF. TB troyggjan við 13-talinum á rygginum hevur tey mongu seinastu árini verið borin av veteraninum, sum hevur leikt imponerandi 339 …

Uppboðssøla av troyggju Read More »

Scroll to Top