TB/FCS/Royn

TB/FC Suðuroy/Royn skal møta NSÍ

Lutakast var í kvøld í fjórðingsfinaluna í steypakappingini og endin varð, at TB/FC Suðuroy/Royn skal møta NSÍ á útivølli. Fjórðingsfinalan skal leikast skírisdag 13. apríl. Hinir dystirnir í fjórðingsfinaluna eru: B36 – Víkingur ÍF – KÍ HB – EB/Streymur

Løgmannssteypið á skránni

Argja Bóltfelag bleiv drigið úr pottinum, tá lutakast var millum liðini, ið luttaka í Løgmannssteypinum. Staðfestast má, at kappingarárið hjá TB/FC Suðuroy/Royn er byrja sera væl við fullum stigatali eftir tveimum dystum í Effodeildini, har sigrar vóru vunnir á ÍF og 07 Vestur. Hinvegin hevur Argja Bóltfelag ikki fingið bestu byrjanina uppá 1. deildar fótbóltin …

Løgmannssteypið á skránni Read More »

Einsamalt oddalið

Í dag stóð ein trupul útidystur á skránni, tá vitja var í Sørvági hjá 07 Vestur og endin var at TB/FC Suðuroy/Royn vann dystin 1-0. Einsamalla málið í dystinum skoraði Poul Ingason eftir 18. minuttir. Tað skilst á lagnum, at TB/FC Suðuroy/Royn leikararnir kempaðu sum úlvar á skóg og at vøllurin á Dungasandi er niðurslitin …

Einsamalt oddalið Read More »

Vestur til Sørvágs

Sunnudagin stendur næsta umfar av Effodeildini á skránni og tá verður talan um útidyst hjá besta liðnum í oynni. TB/FC Suðuroy/Royn skulu nevniliga møta 07 Vestur, ið fluttu upp úr 1. deild í fjør. 07 Vestur leikti í móti HB í Gundadali í fyrsta umfari og taptu teir 2-0 móti teimum svørt-reyðu. Ringt er at …

Vestur til Sørvágs Read More »

1. deild góða byrjan

Samstarvið millum Tvøroyrar Bóltfelag, FC Suðuroy og Royn kom væl frá byrjan í 1. deild. Allarfyrsti dystur við nýggja samstarvinum í kappingarárinum 2017 bleiv leiktur í dag á Eiðinum í Vági. Dysturin hjá 1. deild byrjaði klokkan 15 í dag og mótstøðuliðið var ÍF. Endin á dystinum var ein tryggur 5-0 sigur til heimaliðið og …

1. deild góða byrjan Read More »

Samstarvsavtala við Eik

Í gjár var samstarvsavtala gjørd við Eik Banka, ið umfatar nýggja samstarvinum millum Tvøroyrar Bóltfelag, FC Suðuroy og Bóltfelagnum Royn. Í samband við avtaluna, ið varð undirskriva av Róin Schrøter og Henrik Thomsen, segði Róin soleiðis: – Tað er umráðandi fyri okkum, at vit kunnu verða við til at stuðla samstarvinum, og eisini ungdómsarbeiðinum. Vit …

Samstarvsavtala við Eik Read More »

Bólturin á rull aftur

Í dag verður fyrsti veruligi dysturin hjá nýggja samstarvinum millum TB, FC Suðuroy og Royn. Talan er um 1. deildardyst har ÍF kemur suður á vitjan. Dysturin verður klokkan 15:00 í Vági. Í morgin verður fyrsti dysturin hjá TB/FC Suðuroy/Royn í Effodeildini, tað verður eisini ÍF sum kemur á vitjan – tann dysturin verður leiktur …

Bólturin á rull aftur Read More »

TB/FC Suðuroy/Royn møtir AB

Í kvøld var lutakast í 3-2 um steypakappingini hjá monnum. Felagsliðið í Suðuroynni TB/FC Suðuroy/Royn skal í fyrsta umfari, ið er áttandapartsfinalan, spæla úti móti Argja Bóltfelag. Dysturin á Argjum verður leiktur 2. apríl. Skuldi TB/FC Suðuroy/Royn leikt seg víðari, so verða kvartfinalurnar 13. apríl. Hálvfinalurnar eru 10. og 25. mai. Sjálv finalan í steypakappingin …

TB/FC Suðuroy/Royn møtir AB Read More »

Venjarakappingin verður leygardagin

Árliga fótbóltskappingin sum Venjarafelag Føroya skipar fyri verður leygardagin. TB/FC Suðuroy/Royn luttekur eisini í kappingini. TB/FC Suðuroy/Royn eru í bólki 2 saman við KÍ, HB, 07 Vestur og Giza/Hoyvík. Í bólki 1 eru NSÍ, B36, ÍF, EB/Streymur og B68. Fyrstu dystirnir verða bríkslaðir í gongd kl 13:00 og sjálv finalan verður 17:45. Leikt verður á …

Venjarakappingin verður leygardagin Read More »

Sáttmáli gjørdur við Stefan Radosavljevic

Í kvøld varð sáttmáli gjørdur við unga stjørnuskotið Stefan Radosavljevic. Stefan er einans 16 ára gamal og er hann eyðsýnt tekniskt væl fyri á fótbóltsvøllinum. Í fjør leikti Stefan tveir dystir við næstbesta liðið hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Í eina dystinum, ið var móti Royn, gjørdi Stefan tvey mál. Stefan er sonur Aleksandar “Sasha” Radosavljevic, ið …

Sáttmáli gjørdur við Stefan Radosavljevic Read More »

Hópurin byrjar at taka skap

Fyrstu sáttmálarnar eru nú fingnir uppá pláss. Í gjárkvøldið varð skrivað undir við fýra leikarar. Talan er um eina longjan av sáttmálunum við Teitur Olsen, Ragnar Joensen, Eirikur Magnusarson og Salmundur Bech. Talan er um sáttmála galdandi fyri 2017. Komandi dagarnar fara aðrir sáttmálar at vera gjørdir. Á myndini, sum Bjarni Nygaard hevur tikið, síggjast …

Hópurin byrjar at taka skap Read More »

Venjingin byrjar í kvøld

Í kvøld verður ársins fyrsta venjing fyri TB/FCS/Royn. Vant verður við Stórá kl 18:00. Allir leikarar, sum hava áhugað at venja við vaksnamannadeildina, eru vælkomnir til venjingina. At byrja við verða tað Karl Øster og Palli Augustinussen sum fara at standa fyri venjingina til ein venjari er funnin. Karl Øster stendur fyri kvøldsins venjing. Næsta …

Venjingin byrjar í kvøld Read More »

Samstarv um vaksnamannafótbóltin

15. december var eykaaðalfundurin har tað einasta málið sum var á skránni var samstarv um vaksnamannafótbóltin fyri 2017. Atkvøtt bleiv og endaliga úrsliti á eykaaðalfundinum hjá Tvøroyrar Bóltfelag var eitt sera greitt ja til samstarv. 44 atkvøður fyri og sjey ímóti. Hini bæði feløgini, Bóltfelagið Royn og FC Suðuroy atkvøddu eisini fyri samstarvinum. Sostatt eru …

Samstarv um vaksnamannafótbóltin Read More »

Scroll to Top