Tíðindaskriv

TB-limadagur 9. mars

Fríggjadagin 9.mars hava okur sum nakað nýtt ein TB-limadag við Stórá. Limadagurin verður frá kl 16:00-19:00. Á limadegnum kunnu øll tey, ið hava hug at spæla fótbólt í ár, melda seg til og avgreiða limagjaldið. Okur hava í ár tikið eina nýggja skipan, Holdsport, í nýtslu í samband við tilmeldingum og limagjøldum. Á hesum degnum …

TB-limadagur 9. mars Read More »

B2 venjaraskeið

Í vikuskiftinum blivu fýra av okkara venjarum lidnir við B2-venjarskeiði. B2 skeiði er framhald av B1 skeiðnum hjá FSF. Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt har dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum. Talan er um eitt skeið á 50 tímum, deilt yvir tvey vikuskifti. Undirvísarir vóru Jón Pauli Olsen og Sigfríður S. …

B2 venjaraskeið Read More »

Nýggjur høvuðsungdómsvenjari settur

Sum ein liður í okkara ætlan at menna ungdomsfótbóltin í felagnum, hava vit sett ein nýggjan høvuðsungdomsvenjara í fulltíðarstarv. Høvuðsungdomsvenjarastarvið hevur víst sær at vera eitt somikið tíðarkrevjandi arbeiði, at um tað skal røkjast til fulnar, so er neyðugt at høvuðsungdómsvenjarin tekur sær av hesum burturav. Vit hava søkt eftir venjarum uttanlanda, og hevur áhugurin …

Nýggjur høvuðsungdómsvenjari settur Read More »

Sáttmáli gjørdur við Salmund

Hart arbeiðandi, ungi porkeningurin verður eisini partur av Effodeildarliðnum hjá TB/FC Suðuroy/Royn í 2018. Formaður Tvøroyrar Bóltfelags, Henrik Thomsen og Salmundur Bech skrivaðu undir sáttmála fyri 2018 í vikuni. Felagið fegnast um, at Salmundur eisini verður partur av besta fótbóltsliðnum í Suðuroynni í komandi árið. Í kappingarárinum 2017 leikti Salmundur 15 dystir og gjørdi eitt …

Sáttmáli gjørdur við Salmund Read More »

Eirikur longt sáttmálan

Í løtuni eru fyrireikingarnar til Effodeildina 2018 í gongd og hevur felagið eitt nú avgreitt venjaraspurningin. Seinastu dagarnarnir eru sáttmálar longdir við fleiri leikarar, í dag kunnu vit so boða frá, at Eirikur Magnusarson hevur longt sáttmálan við TB/FC Suðuroy/Royn og hetta fegnast vit um. Eirikur er 23 ára gamal og leikti hann 26 dystir …

Eirikur longt sáttmálan Read More »

B1 venjaraskeið við Stórá

Ein týðandi partur av okkara arbeiði at menna ungdómsfótbóltin í felagnum, er at fáa fleiri fólk at hjálpa til við venjingunum, og ikki minst at okkara venjarir fáa tær neyðugu venjaraútbúgvingarnar. Í vikuskiftinum var so B1-venjaraskeið hildi við Stórá. B1-venjaraskeiði er fyrsta av íalt 4 stigum í UEFA B-venjaraútbúgvingina, ið FSF bjóðar út. FSF høvdu …

B1 venjaraskeið við Stórá Read More »

Aðalfundur felagsins

Tvøroyrar Bóltfelag skal við hesum boða frá aðalfundi tórskvøldið 16. November klokkan 18:00. Aðalfundurin verður hildin í hølum felagsins við Stórá og skrá sambært lógum felagsins. Nevndin.

TB basarur 5. november

Tvøroyrar Bóltfelag fer aftur í ár at skipa fyri basari eins og mong undanfarin ár. Basarurin hjá TB í ár verður hildin í Skúlagarðinum í Trongisvágs skúla sunnudagin 5. november. Basarurin letur upp klokkan 15. Sum altíð verður nógv gott at vinna og í samband við basarin verður kantinan í høllini í Trongisvági eisini opin.

Neytamykjukapping

Tvøroyrar Bóltfelag skipar aftur í ár fyri neytamykjukapping í Ørðavík. Tarvskálvurin ger sína skyldu 14. oktober klokkan 13. Sølan av lutaseðlum byrjar hesa vikuna og til ber at ogna sær møguleikan fyri at vinna tarvskálvin í samband við dystin hjá TB/FC Suðuroy/Royn sunnudagin ímóti KÍ, tá verða lutaseðlar seldir í kioskini. Kostnaður fyri ein lutaseðil …

Neytamykjukapping Read More »

Samstarvið longt eitt ár

Í fjør var avgjørt at fara undir miðvíst samstarv við hini fótbóltsfeløgini í oynni, sum eina roynd at framtíðartryggja fótbóltinum í Suðuroynni. Fyrsta árið av samstarvinum er um at vera av og í gjár var eykaaðalfundur hildin har einasta málið á skránni var, um samstarvið skuldi halda fram. Limir felagsins atkvøddu fyri hesum uppskotið og …

Samstarvið longt eitt ár Read More »

Eykaaðalfundurin framskundaður

Lýsti eykaaðalfundurin verður framskundaður ein tíma og verður hann soleiðis í hølum felagsins við Stórá 21. september klokkan 18.00. Hetta er lagt soleiðis til rættis, at til ber at fara yvir í SALT í samband við kunningarfundin hjá høvuðsstuðulin hjá okkum, Varðin Pelagic. Til viðgerðar er samstarvsavtalan við Bóltfelagið Royn og FC Suðuroy. Nevndin.

Eykaaðalfundur 21. september

Hervið verður boðið til eykaaðalfund í hølum felagsins við Stórá 21. september klokkan 18.00. Hetta er lagt soleiðis til rættis, at til ber at fara yvir í SALT í samband við kunningarfundin hjá høvuðsstuðulin hjá okkum, Varðin Pelagic. Til viðgerðar er samstarvsavtalan við Bóltfelagið Royn og FC Suðuroy. Nevndin.

Nýggjur samskipari settur

Tvøroyrar Bóltfelag vil við hesum boða frá, at nýggjur samskipari er settur. Jens Petur Brattalíð tekur við sum samskipari í felagnum eftir Elinborg Nygaard. Jens Petur hevur áður verið samskipari í júst Tvøroyrar Bóltfelag og hevur sostatt drúgvar royndir innan økið. Vit ynskja Jens Peturi vælkomnam aftur í Tvøroyrar Bóltfelag.

Gerst samskipari í TB

Tvøroyrar Bóltfelag søkir við hesum eftir einum samskipara, ið skal samskipa dystir, kappingar og annað ið felagið luttekur í. Samskiparin hevur eisini til uppgávu at taka sær av ymiskum fyrifallandi uppgávum hjá felagnum. Samskiparin skal virka saman við nevndir felagsins og venjarum. Harumframt skal samstarvast við samskiparunum í hinum feløgunum í oynni í samband við …

Gerst samskipari í TB Read More »

Vodafone stuðlar

Annar risin á føroyska telemarknaðinum hevur nú eisini fingið eyguni upp fyri nýggja samstarvinum í Suðuroynni og hevur valt at stuðla felagnum. Vodafone sigur soleiðis á heimasíðu sínari um teirra stuðulspolitikk: – Vit leggja stóran dent á at vera nýskapandi og at skapa góðar karmar fyri okkara viðskiftafólk. Tískil vilja vit taka ábyrgd og geva …

Vodafone stuðlar Read More »

Tvøragenta við U15-landsliðnum

14-ára gamla tvøragentan Nancy Einarsson skal luttaka í Brøndby Cup seinni í summar saman við føroyska U15-kvinnulandsliðnum. Venjari hjá U15-kvinnulandsliðnum er Øssur Hansen. Brøndby Cup er í døgunum 28.-30. juli. Vit ynskja Nancy hjartaliga til lukku við úttøkuni og bestu eydnu í København til kappingina. Hópurin sæst niðanfyri. Fridrikka Maria Clementsen, AB Judith Eilersdóttir Rasmussen, …

Tvøragenta við U15-landsliðnum Read More »

Scroll to Top