Tíðindaskriv

Nýggj stroymingartænasta

FSF hevur ment eina stroymingartænastu, sum fer at gera tað lættari hjá øllum at fylgja við í føroyskum fótbólti. FSF sigur soleiðis um nýggju stroymingartænastuna: Hesin pallur finst sum heimasíða og app har dystir í Effo deildini og øðrum úrvalsdeildum hjá FSF verða stroymaðir. Møguligt verður eisini at stroyma eitt úrval av dystum hjá føroyskum …

Nýggj stroymingartænasta Read More »

Sáttmálin við Johan Gulliksen uppsagdur

Johan Gulliksen verður ikki at síggja aftur í grønu troyggjuni hjá TB/FC Suðuroy/Royn, sáttmálin er uppsagdur eftir, at staðfestast mátti, at skaðin hann hevur fingið verður ov drúgvur. Johan Gulliksen leikti ein dyst fyri TB/FC Suðuroy/Royn. Felagið var vitandi um, at Johan var skaddur undan kappingarbyrjan, men vónin var, at skaðin ikki bleiv ov drúgvur. …

Sáttmálin við Johan Gulliksen uppsagdur Read More »

125 ára føðingardagur Tvøroyrar Bóltfelags

Leygardagin er sum kunnugt 13. mai og tað merkir, at Tvøroyrar Bóltfelag gerst 125 ára gamalt. Dagurin verður hildin á Seglloftinum klokkan 10:00, tá borðreitt verður við morgunmati. Um kvøldið verður rimmar dansur í Tvøroyrar Klubba. Hans Jacob og Vinmenn spæla upp til eitt ordans dansikvøld, við einari ørgrynnu av góðum dansitónleiki. Innkomni ágóðin fer …

125 ára føðingardagur Tvøroyrar Bóltfelags Read More »

Kvinnukvøld 27. apríl

27. apríl klokkan 19:00 verður árliga kvinnukvøldið, sum Tvøroyrar Bóltfelag skipar. Nógv spennandi er á skránni, millum annað mótasýning, skemt, tónleikur og annað. Øll skráin sæst á myndini niðanfyri. Atgongumerkir kunnu keypast hjá Effo á Tvøroyri til 25. apríl klokkan 23:00. Kostnaður er 250 kr. Tvøroyrar Bóltfelag ynskir at takka luttakarum og stuðlum til tiltakið. …

Kvinnukvøld 27. apríl Read More »

U17 landsliðið til EM

Í summar verður heilt serligur fyri nakrar ungar dreingir í Føroyum, tí U17 landsliðið hevur í dag tryggjað sær luttøku til EM endaspælið, sum verður í Kroatia um slakar tveir mánaðir. Í dag var seinasti dystur í hesari undankappingini og eydnaðist tað liðnum at vinna 2-1 á Slovakia. Málini skutu Tórur Jacobsen (KÍ) og Hanus …

U17 landsliðið til EM Read More »

Vest Pack og NJM stuðla

Tvøroyrar Bóltfelag kann kunngera tveir av stuðlunum, ið felagið hevur gjørt samstarvsavtalu við í ár. Talan er um lokala N. J. Mortensen og Vest Pack. Bæði eru feløg, ið eru og hava verið ein týðandi partur av føroyska samfelagnum. N. J. Mortensen, lokala fyritøkan, ið øll í Suðuroynni kenna eigur millum annað bygningarnar har Toystovan, …

Vest Pack og NJM stuðla Read More »

Samstarvsavtala við Eik

Í gjár var samstarvsavtala gjørd við Eik Banka, ið umfatar nýggja samstarvinum millum Tvøroyrar Bóltfelag, FC Suðuroy og Bóltfelagnum Royn. Í samband við avtaluna, ið varð undirskriva av Róin Schrøter og Henrik Thomsen, segði Róin soleiðis: – Tað er umráðandi fyri okkum, at vit kunnu verða við til at stuðla samstarvinum, og eisini ungdómsarbeiðinum. Vit …

Samstarvsavtala við Eik Read More »

Tunnusláttur fyri TB unglingar

Í samband við føstulávint skipaði ungdómsdeildin í Tvøroyrar Bóltfelag í dag fyri tunnusláttri og hugnaløtu við kakao og bollar við Stórá. Eini 60 børn luttóku í dag til hesa løtuna har tríggjar tunnur stóðu fyri skotum. Kattakongur hjá U14 og U16 drongjum: Pól Johannus Nielsen Kattakongur hjá U8, U10 og U12 drongjum: Mikal Thorsteinsson Kattakongur …

Tunnusláttur fyri TB unglingar Read More »

Páll venur U17 genturnar

Ungdómsdeildin hevur gjørt avtalu við Páll Augustinussen, um at halda áfram við at venja U17 gentur komandi kappingarár. U17 gentuliðið er eitt SB-samstarvslið millum Tvøroyrar Bóltfelag, FC Suðuroy og Royn. U17 genturnar og Páll hava longu lagt frá landi, og høvdu í gjárskvøldið ársins fyrstu venjing. Áhugaðar gentur kunnu melda seg í Facebook bólkin hjá …

Páll venur U17 genturnar Read More »

Sáttmáli gjørdur við Stefan Radosavljevic

Í kvøld varð sáttmáli gjørdur við unga stjørnuskotið Stefan Radosavljevic. Stefan er einans 16 ára gamal og er hann eyðsýnt tekniskt væl fyri á fótbóltsvøllinum. Í fjør leikti Stefan tveir dystir við næstbesta liðið hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Í eina dystinum, ið var móti Royn, gjørdi Stefan tvey mál. Stefan er sonur Aleksandar “Sasha” Radosavljevic, ið …

Sáttmáli gjørdur við Stefan Radosavljevic Read More »

Stefan aftur til U17-landsliðsvenjing

U17 landsliðsvenjararnir eru væl ávegis at fyrireika seg til sonevnda Elite Round, ið verður á Kypros. Ein 18-mans hópur skal úttakast til kappingina og hetta verður gjørt so líðandi. Stefan Radosavljevic er einasta ískoyti í hópin higartil umboðandi eitt av feløgunum í Suðuroy. Venjingin hetta vikuskiftið verður sunnudagin 5. februar. Skrá Sunnudagin 5. februar: Kl. …

Stefan aftur til U17-landsliðsvenjing Read More »

TB á Instagram

Tvøroyrar Bóltfelag verður nú eisini sjónligt á sosiala miðlinum, Instagram. Ætlanin við hesum er, at møguligt verður at fylgja betur við í gerandisdegnum í Tvøroyrar Bóltfelag. Harumframt so fer hesin profilurin at ganga runt millum ymsu ungdómsliðini, tá kampar ella kappingar eru á skránni. Tit kunnu finna Instagram-profilin hjá Tvøroyrar Bóltfelag á Instagram.com/TB1892 ella við …

TB á Instagram Read More »

Tríggjar TB gentur til U17 og U19 venjingar

Venjingarnar fyri føroysku ungdómslandsliðini eru so smátt byrjaðar og nú eru fyrstu venjingarnar fyri gentulandsliðini eisini á skránni. Tríggir TB leikarar eru úttiknir til venjingarnar hjá U17 og U19. Á U17 er Silja Pálsdóttir Augustinussen úttikin meðan tað á U19 eru Julia Naomi Mortensen og Kristin Petra Højsted. U17 landsliðsvenjingin verður í Tórshavn leygardagin 11. …

Tríggjar TB gentur til U17 og U19 venjingar Read More »

Scroll to Top