Tíðindaskriv

Hópurin byrjar at taka skap

Fyrstu sáttmálarnar eru nú fingnir uppá pláss. Í gjárkvøldið varð skrivað undir við fýra leikarar. Talan er um eina longjan av sáttmálunum við Teitur Olsen, Ragnar Joensen, Eirikur Magnusarson og Salmundur Bech. Talan er um sáttmála galdandi fyri 2017. Komandi dagarnar fara aðrir sáttmálar at vera gjørdir. Á myndini, sum Bjarni Nygaard hevur tikið, síggjast …

Hópurin byrjar at taka skap Read More »

Venjingin byrjar í kvøld

Í kvøld verður ársins fyrsta venjing fyri TB/FCS/Royn. Vant verður við Stórá kl 18:00. Allir leikarar, sum hava áhugað at venja við vaksnamannadeildina, eru vælkomnir til venjingina. At byrja við verða tað Karl Øster og Palli Augustinussen sum fara at standa fyri venjingina til ein venjari er funnin. Karl Øster stendur fyri kvøldsins venjing. Næsta …

Venjingin byrjar í kvøld Read More »

Venjaraskeið í 2017

Við hesum víðarigeva vit eina røð av tíðindaskrivum frá Fótbóltssamband Føroya í samband við venjaraskeið, ið verður fyriskipaði í 2017. Yvirlit: B1 venjaraskeið B2 venjaraskeið B4 venjaraskeið / B próvtøka Impulsskeið í ítróttarsálarfrøði B1 venjaraskeið Ætlanin er at hava fýra B1 skeið í januar 2017. Skeiðini eru hesi: 13-15. januar í Tórshavn 13-15. januar í …

Venjaraskeið í 2017 Read More »

Samstarv um vaksnamannafótbóltin

15. december var eykaaðalfundurin har tað einasta málið sum var á skránni var samstarv um vaksnamannafótbóltin fyri 2017. Atkvøtt bleiv og endaliga úrsliti á eykaaðalfundinum hjá Tvøroyrar Bóltfelag var eitt sera greitt ja til samstarv. 44 atkvøður fyri og sjey ímóti. Hini bæði feløgini, Bóltfelagið Royn og FC Suðuroy atkvøddu eisini fyri samstarvinum. Sostatt eru …

Samstarv um vaksnamannafótbóltin Read More »

Eykaaðalfundur 15. december

Við hesum skal boðast frá, at eykaaðalfundur verður tórskvøldið 15. december í hølum felagsins við Stórá klokkan 19:00. Á skránni er eittans mál og tað er møguligt samstarv um fótbóltin.

Allar nevndir endaliga skipaðar

Tvøroyrar Bóltfelag kundi stutt eftir eykaaðalfundin boða frá, at starvsnevndin hevði skipað seg, tá høvdu hinar báðar nevndirnar ikki skipað seg. Men nú eru bæði fótbóltsnevndin og ungdómsnevndin skipaðar. Í fótbóltsnevndini hjá Tvøroyrar Bóltfelag verður Bjarni Nygaard formaður, meðan Jan Ole Farstad verður næstformaður. Hinir í nevndini eru Dan Erik Johansen, Hans Olaf Johannesen, Magni …

Allar nevndir endaliga skipaðar Read More »

Nýggju nevndirnar í felagnum

Eftir eykaaðalfundin ónsdagin 2. november eru nevndirnar nú skipaðar. Samanumtikið kann sigast, at broytingar eru hendir í øllum nevndum. Niðanfyri sæst yvirlit yvir nýggju nevndirnar í felagnum. Starvsnevndin hevur skipað seg, meðan hinar báðar nevndirnar ikki hava endaliga skipa seg. Starvsnevndin Formaður: Poul Erik Smedemark Varaformaður: Henrik Thomsen Kassameistari: Judi Holm Tiltakslimur: Bogi Johannesen Fótbóltsnevndin …

Nýggju nevndirnar í felagnum Read More »

Basar vinningar

Vit takka hjartaliga øllum tykkum mongu, ið møttu til Basarin í dag og stuðlaðu felagnum. Vinnarirnir av hesum seðlum vóru ikki tilstaðar, tá lutaseðlarnar vóru drignir: Gávubræv frá Smyrilline: Lilla seðil E 19356 Nikon kamera: hvítur seðil E 29915 Gávubræv RBT: Ljósa bláur seðil H 7954 Karamell eskja: Lilla seðil B 44940 Vinnarirnir kunnu senda …

Basar vinningar Read More »

Basurur 6. november

6. november kl 15:00 verður árligi basururin hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Basarurin verður í skúlagarðinum í Trongisvági. Nógvir góðir vinningar verður. Á lutaseðli m.a.: Gávubræv frá Smyril Line, virðið 5.000 kr Nikon kamera S2900 20,1 MP, virðið 900 Ein damusúkkla frá Karl Jespersen Gávubræv à 500 kr frá Hjá Angilie Gávubræv à 500 kr frá RBT …

Basurur 6. november Read More »

Eykaaðalfundur 2. november

Aðalfundur felagsins hevur í kvøld verið og varð úrslitið, at ongin nevnd er sett. Sostatt verður hervið lýst til eykaaðalfund ónskvøldið 2. november klokkan 18:00 í hølunum við Stórá. Einasta mál á skránni er val av nevnd.

Neytamykjukapping

Neytamykjukapping 15. oktobur 2016 kl. 13.00 í Ørðavík. So er tíðin aftur komin at sølan av lutaseðlum til ta afturvendandi neytamykjukappingina, ið TB hevur skipað fyri seinastu mongu árini, fer at byrja. Frá fríggjadegnum 7. oktobur og til fríggjadagin 14. oktobur fara fólk frá felagnum hús úr húsi at selja seðlar í samband við kappingina. …

Neytamykjukapping Read More »

TB gjørt sáttmála við Sigfríð Clementsen

Í dag gjørdist greitt, at tað verður Sigfríður Skaale Clementsen, ið tekur yvir sum TB-venjari. Sigfríður hevur drúgvar royndir sum venjari og stóð seinast á odda fyri besta liðnum hjá Víkingi. Sáttmálin er galdandi fyri 2016 og fer Sigfríður til verka beinanvegin – fyrsta venjing er í kvøld kl. 18:00. Vit ynskja Sigfríði hjartaliga vælkoman …

TB gjørt sáttmála við Sigfríð Clementsen Read More »

Búmerki til Ítróttardepilin við Stórá

Tíðliga í ár skipaði Tvøroyrar Kommuna fyri búmerkjakapping fyri Ítróttardepilin við Stórá. Ynskiligt var at fáa eitt búmerki, ið er savnandi og lýsir, at talan er um eitt ítróttarøki. Tað skal kunna nýtast á bygninginum, umframt eisini á brævpappíri, heimasíðu, marknaðarføringstilfari o.l. Tá freistin at lata uppskot inn var úti, høvdu 5 uppskotsstillarir latið íalt …

Búmerki til Ítróttardepilin við Stórá Read More »

Scroll to Top