Tíðindaskriv

Signar H. Olsen nú TB leikari

Tvøroyrar Bóltfelag hevur skrivað undir enn ein sáttmála við ein leikara. Hesu ferð er talan um ein Porkening. Signar Hermansson Olsen hevur sett pennin á pappíri, so hann gerst TB leikari í kappingarárinum, sum stendur fyri durum. Signar er 21 ára gamal og hevur seinastu árini leikt við Royn. Hjartaliga vælkomin til TB!

Hópurin tekur skap

Sum liður í fyrireikingunum til komandi kappingarár skulu vit hervið boða frá, at síðan kappingarenda hava niðanfyri standandi kenningar hjá felagnum undirskrivað sáttmála:

Ivan gevst

Tvøroyrar Bóltfelag hevur seinastu mongu árini notið væl av avrikunum hjá trúðfasta málmanninum Ivan Stojkovic, men frá næsta kappingarár verður tað ikki Ivan sum kemur at standa millum stengurnar. Fyrstu ferð Ivan spældi fyri Tvøroyrar Bóltfelag var í 2007 og hevur hann síðani manna málmanspostin. Ivan er tann leikarin á liðnum í dag sum hevur flestu royndir fyri besta …

Ivan gevst Read More »

Vinnarin av tarvskálvinum funnin

Í dag skipaði Tvøroyrar Bóltfelag fyri neytamykjukapping og vinnarin er funnin. Vit takka hjartaliga øllum tykkum mongu, sum hava stuðla felagnum við at keypa lutaseðlar til neytamykjukappingina. Eigarin av seðli nr. 665 er funnin, og vit ynskja Varðanum Pelagic tillukku við tarvskálvinum.

Ársins TB basarur

So er tíðin aftur komin til at árligi TB basarurin er á skránni. Altíð hugnaligi og vælvitjaði basarurin verður 8. november. Hann verður hildin í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla. Basarurin byrjar klokkan 15:00. Her verða sum vant nógvir góðir vinningar. Millum annað krov, flak, karamellur og sodavatnskassar. Harumframt verða eisini nógvir vinningar á lutaseðli. Í …

Ársins TB basarur Read More »

Sáttmáli skrivaður við Ndende

Sum liður í at brynja Tvøroyrar Bóltfelag til komandi kappingarár hevur nevndin arbeitt miðvíst og nú er sáttmáli skrivaður við ein gamlan kenning hjá felagnum. Venjaraspurningurin var loystur longu tá kappingin í ár endaði og nú kann Tvøroyrar Bóltfelag so kunngera, at sáttmáli er skrivaður við Ndende Adama Guéye. Ndende er eitt kent andlit í …

Sáttmáli skrivaður við Ndende Read More »

Neytamykjukapping

Aftur í ár fer TB at selja lutaseðlar og skipa fyri neytamykjukapping í Øravík 24. oktobur kl. 13.00 Frá mánadegnum, 12. oktobur og vikuna út, fara fólk frá felagnum hús úr húsi at selja seðlar í samband við kappingina. Í Vági hava vit tó avgjørt at leggja seðlar til sølu í kioskini á Torginum. Seðlarnir …

Neytamykjukapping Read More »

Nýggjur høvuðsvenjari

Nevnd felagsins metur, at tørvur er á, at nýggjar kreftir taka yvir komandi ár og tískil er samstarvið við høvuðsvenjaran Páll Hagbert Guðlaugsson steðgað. Vit í Tvøroyrar Bóltfelag takka Páll fyri hansara stóra innsats fyri felagið seinasta hálvt triðja árið og ynskja honum alt tað besta framyvir. Nýggjur venjari er funnin, og vit gleða okkum …

Nýggjur høvuðsvenjari Read More »

TB veitsla

Kappingarárið nærkast endanum og í samband við síðsta leikdag verður ein veitsla hildin. Ársins TB veitsla verður hildin á kvøldið sum kappingin endar. Kappingin hjá okkum í Effodeildini endar vónandi við at vit varðveita plássið í deildini eftir síðsta heimadystin við Stórá 3. oktober. Til veitsluna leygarkvøldið 3. oktober klokkan 19:00 verður undirhald og góður …

TB veitsla Read More »

Væleydna fyrstuhjálparskeið

Skipað var fyri einum fyrstuhjálparskeið í gjárkvøldið og hava 17 fingið prógv í lívbjargandi fyrstuhjálp, hjarta-, og lungubjarging við og uttan hjartastartara. Sostatt er Tvøroyrar Bóltfelag væl tryggjað hvat viðvíkur fyrstuhjálp, um tørvur skuldi verið á tí. Sum áður nevnt í greinini í samband við at skeiði skuldi haldast, so hevur Tvøroyrar Bóltfelag ein sonevndan AED …

Væleydna fyrstuhjálparskeið Read More »

Skrá fyri fótbóltsskúlanum

Aftur í ár skipar TB fyri tí vælumtókta fótbóltsskúlanum, ið felagið hevur skipað fyri í fleiri ár. Fótbóltsskúlin verður á vøllinum við Stórá og bufféin verður í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla. Skráin í ár verður soleiðis: Týsdagin 11. august 9:30-15:00. Buffé á miðdegi. Onsdagin 12. august 9:30-15:00. Buffé á miðdegi. Tórsdagin 13. august 9:30-15:00. Buffé …

Skrá fyri fótbóltsskúlanum Read More »

Leikaratilgongd

Nú ikki nógvir tímar eru eftir, til flytingargluggin letur aftur, meta vit í nevndini í felagnum, at tíðin er búgvin at koma við einari útmeldig um, hvørjum leikarum felagið hevur styrkt og breiðkað Effo hópin við til seinnu helvt av kappingini. Í tíðini flytingargluggin hevur verið opin, eru tríggir leikarar komnir til felagið. Kofi Appiah …

Leikaratilgongd Read More »

Samstarvið við Franck endað

Í februar mánað skrivaði TB sáttmála við 23 ára gamla fraklendingin Franck Odje Able fyri kappingarárið 2015. Nú er greitt, at TB og Franck hava steðgað samstarvinum. Báðir partar eru samdir um, at Franck og TB fara hvør sín veg á hesum sinni. Franck hevur leikt 13 dystir fyri TB og gjørt 3 mál.

Nýggir B-venjarar

Í summarhálvuni hava venjaraskeið verið skipaði av Fótbóltssamband Føroya. FSF byrjaði B-venjaraskeiðini og vóru 11 úr TB við til B1 venjaraskeiði, seinni aftur var hildið áfram við B2, B3 og B4, har tað so bert vóru tveir í TB, ið valdu at luttaka. Teir báðir vóru Allan Smedemark og Karl Øster. Í gjárskvøldið var endaliga …

Nýggir B-venjarar Read More »

Fótbóltsskúli við Stórá

Fótbóltsskúlin hjá TB verður aftur í ár. Hann verður við Stórá frá 11. august til og við 13. august. Lars Heiliger ungdómsvenjari hjá VfB Stuttgart undirvísir allar dagarnar saman við høvuðsungdómsvenjaranum hjá TB, Pól F. Joensen, okkara egnu venjarum og øðrum dugnaligum fólkum. Fótbóltsskúlin er ætlaður børnum  millum 6-16 ár. Luttakararnir fáa: barnabuffét allar dagarnar handklæði …

Fótbóltsskúli við Stórá Read More »

Scroll to Top