Í kvøld kunnu vit bera tykkum enn eini gleðiboð – vit hava fingið góðan styrk til verjuna, úr Póllandi.
Chris Jastrzembski hevur skrivað undir sáttmála við TB fyri 2023 og eru vit sera fegin um tað, tí Chris hevur drúgvar royndir og hevur víst sera góðar dygdir, nú hann hevur verið og royndarvant.
Chris er 26-ára gamal og hevur enntá royndir í bestu føroysku deildini, tí hann er noteraður fyri 23 dystir fyri B68, har hann spældi í 2021, áðrenn hann fór til Íslendska Selfoss. Annars hevur Chris mest spælt í lægru týsku deildunum, áðrenn hann varð kunngjørdur á Svangaskarði.
Tvøroyrar Bóltfelag ynskir Chris hjartaliga vælkomin til Tvøroyrar og vónar hann fær nøkur fantastisk upplivilsir í eyðkendu, stríputi blusuni!
(Hagtalskelda: FaroeSoccer og Transfermarkt)