Dýrt verjuspæl

Dysturin í dag var toppdystur millum TB/FC Suðuroy/Royn og KÍ, hetta var stroymingin eisini ein váttan av. Niels Petersen segði frá dystinum fyri Kringvarpið á YouTube.

Dysturin byrjaði rættuliga óskipaður, har tað ikki var nakað serligt fótbóltsspæl. Vit kunnu ikki vænta nakað tiki-taka spæl, men fleiri avleveringar á fimm til tíggju metur mugu sita betur hjá leikarunum. Hetta var galdandi fyri bæði TB/FC Suðuroy/Royn og KÍ.

Størsti dramatikkur var tá ein KÍ leikari spældi alt ov ogvusligt í tvídyst við Rógva Joensen um ein luftbólt, sum viðførdi eina ostaflís til KÍ mannin, púra eftir fótbóltslógini. Hetta var longu eftir tveimum minuttum.

Fyrsti stóri málmøguleikin kom eftir 22 minuttum, tá Jón Krosslá tók bóltin niður eftir eitt útspark frá Marius, Jón spældi Búa í eina støðu sum líktist nógv tað støðuna tá hann skoraði ímóti HB, men hesa ferð fekk Búi ikki bomba bóltin í málið. Stutt undan hesari støðuni var ein møguleiki um TB/FC Suðuroy/Royn áloyparrnir trúði meira uppá tað, tá málmaðurin hjá KÍ, Kristian Joensen misti bóltin.

Yvirhøvur komu KÍ ikki til serliga nógvir møguleikar, men tá tað var nakað sum minti um vandastøður, var tað eftir horna ella fríspørk.

Tá 38 minuttir vóru farnir, so fekk Jóannes Bjartalíð bóltin og TB/FC Suðuroy/Royn verjan valdi at hyggja at og bakka móti egnum málið, hetta gjørdi tað alt ov lætt hjá unga, evnaríka KÍ leikaranum, sum kundi við sínum vinstrabeini leggja hann í bleytan boga uttan um Marius í okkara málið. 0-1 og hetta var ikki júst eftir okkara ætlan.

Nú mátti Ross enn eina ferð inn til hálvleiksprátið við tað útgangsstøði at venda dystinum. Ross tóktist at vera uppsettur, tí stutt undan hálvleiksbríksli frá Dagfinni var fjórði dómarin yviri hjá TB/FC Suðuroy/Royn venjaranum fyri at sissa hann.

Ross blandaði kortini í teimum fimtan minuttunum, sum førdi við sær, at Teitur Olsen var fluttur aftur í miðverjuna, har flestu viðhaldsfólkini mugu síggja sum hansara vænta stað at spæla. Poul Ingason var fluttur fram saman við Jón Krosslá og Stefan var fluttur eitt vet longur aftur á vøllin og nú í høgru síðu.

Eins væl dømt tað var, tá eini útlendski KÍ leikarin fekk gult í byrjanini av dystinum, eins skeivt tóktist tað, at Jonas Flindt ikki fekk gult kort fyri nakað, ið meira minti um morðatsókn á Búa Egilsson.

Burtursæð frá málinum hjá Jóannes og Adu, so vóru KÍ álopsmennirnir ikki serliga vandamiklir, serliga tóktist Jón Áki at hava skil á Jóannesi, sum burtursæð frá sjálvum málinum ongar skreytir framdi.

Ein langur bóltur var sendur fram í høgru síðu hjá okkum, sum Búi fór kempandi eftir, KÍ leikarar royndu at lata hann úr troyggjuni, men Búi vildi ikki gevast og dómarin valdi at lata spæli halda á fram. Búi kemur til baklinjuna og kann leggja bóltin fyri føturnar á Jón Krosslá, sum so mangan fyrr er ísakaldur og knallar bóltin í kassan til 1-1.

Stutt eftir hetta var sama kombinatiónin millum Búa og Jón á spæl, men hesu ferð valdi Jón at leggja eina róliga innsíðu á bóltin, sum fór á stongina og málmaðurin hjá KÍ kundi eftirfylgjandi taka sær av bóltinum. Hetta hevði verið enn eitt frálíkt comeback við Stórá, men so varð ikki.

Mats spældi fandango í verjuni og misti bóltin til Dion Splidt, sum kundi renna undan norska verjumannin hjá okkum. Inni fyri málinum er Adu, sum fær blaka seg og sett bóltin í mál til 1-2. Hetta var fyri at nú siga tað akkurát sum tað er, av hundanum til. Var verjan meira konsekvent, so vóru hvørgan av hesum málunum komin.

Annars spurdist ikki nógv burturúr, Jón Krosslá og Teitur høvdu tvey langskot úr frástøðu á umleið 35-40 metrum, men Kristian Joensen kundi bjargað báðum skotum uttan stórvegis trupulleikar.

At flyta Poul Ingason fram saman við Jón Krosslá førdi onki serligt við sær í dag, tíverri. Poul hevur annars víst seg at vera vandamikil, tá hann kemur fram av og á.

Nýggja máltalvan fekk loyvið at vísa mál til heimaliðið, men tíverri mátti hon enda við at vísa ein útisigur til fyrsta dystin. Eftir 1-1 málið steðgaði tíðin tíverri á nýggju máltalvuni.

Scroll to Top