Heimasíðan fer undir ein nýggjan tátt, har Mortan fer at bjóða vinum og kenningum av, har tey fara at tippa umførini í Effo-deildini. Tá kappingarárið er av, sæst, hvørt Mortan hevur munin á sínum vinum ella um hann farin heilt skeivur. Tátturin skal ikki takast alvorligt, men sum eitt undirhaldandi innslag áðrenn dyst.
Fyrsti gesturin er Jákup Ósá, sum er ítróttarskrivari fyri Norðlýsið. Hann er tiltikin í forsøgnum og er millum teir bestu í landinum, tá tað kemur til objektivar og væl mæltar greiningar, og taktiskt hegni hevur hann sum fáur.
Talt verður upp soleiðis. Um ein tippar sigur, javnleik ella tap rætt, verður eitt stig givið. Tippar ein rætta úrslitið á dystinum verða 3 stig givin.
NSÍ-FC Suðuroy
Jákup:
NSÍ vísti seg í fjør at passa væl til liðini, sum spældu í botninum. NSÍ fekk fult stigatal móti botn trý. Og uttan at traðka niður á nakran í Vági ella Sumba, so síggi eg FC Suðuroy sum eitt lið, sum fer at stríðast um niðurflyting í ár. NSÍ má spæla álopsspæl, tí tað er har, dygdirnar eru, meðan eg kenni enn ov lítið til nýggju útlendingarnar hjá uppflytarunum úr FC Suðuroy. Sum skilst hava teir fingið nakrar fínar verjuleikarar. Men eg trúgvi nógv meir uppá NSÍ í hesum dystinum. FC Suðuroy, sum neyvan er væl samanspælt enn, fær kanska eitt mál, men tað verður ov lítið til at fáa stig. Klæmint A. Olsen og/ella Árni Frederiksberg vera munurin. Úrslit: 3-1
Mortan:
FC-Suðuroy reypaðu sær eitt sindur í upptaktini í 3-2 mánakvøldið, og teir eru ivaleyst væl byrgari nú, enn seinast teir vóru í Effo-deildini. Men at møta NSÍ við Løkin verður ein ov stórur biti at svølgja hjá Jón Krosslá og teimum. FCS fara at verða yvirtendraðir um nýggju uppgávuna, og eg vænti at NSÍ resvar teir við Effodeildar-rutinu við einum stabilum sigri. Úrslit: 3-0
EB/Streymur-B36
Jákup:
EB/Streymur hevur eina stóra uppgávu fyri framman. Hon blívur ikki lættari við tað at sundalagsmenn møta einum av sterkastu liðunum í 1. umfarinum. Hinvegin kann EB/Streymur bara yvirraska. Í hesum dystinum síggi eg B36 sum alt ov sterkt til EB/Streym, har Lukasz Cieslewicz skjótt kann fara at viðvirka til fleiri B36 mál. Ein áhugaverd hending í hesum dystinum er, at Hans Pauli Samuelsen spælir sín fyrsta dyst ímóti EB/Streymi. Hann sleppur eisini at njóta 3 stig í fyrstu royndini. Úrslit: 0-2
Mortan:
EB/Streymur verður mett sum nýggjur prugelknabe í Effo-deildini. Hesum pástandinum eri eg ósamdur í. EB/Streymur fer at geva alt tað, teir eiga í fyrsta dystinum á heimavølli. B36 hevur ein sterkan hóp og nýggjan venjara, men óttin hjá teimum at tapa verður størri enn viljin til at vinna. Ein fær ikki eyga á meistaraskapsform og niðurflytarakandidat í fyrsta umfari. Liðini fáa eitt mál hvør.
Úrslit: 1-1
HB-AB
Jákup:
Tá AB vitjar í Gundadali, so haldi eg altíð at tað er meira spennandi enn á eitt annað lið, sum vanliga endar á 7. plássinum, vitjar har. Tí AB hevur seinnu árini víst, at liðið á degnum kann taka stig frá teimum bestu og fleiri ferðir hevur AB fingið stig móti havnarfeløgunum. Við tað at hesin dysturin er í fyrsta umfarinum, so verður neyvan flótandi spæl ella nógv mál at síggja. Men eg haldi meg til tað trygga og sigi, at FM favorittarnir – eftir mínum tykki – vinna ein hampuliga tryggan sigur, har tað er eitt gott høvi hjá Arnbirni T. Hansen at koma í gongd við málskjótingina. HB letur fá mál inn seinastu árini, so AB fær einki mál, hóast møguleikin fyri sensatión í 1. umfarinum kanska er størstur í hesum dystinum. Úrslit: 2-0
Mortan:
Fyrrverandi TB-venjarin, Oddbjørn Joensen, sum var vigaður og funnin ov lættur at halda fram í venjarasessinum, eftir at hava vunnið FM við HB, hevur uttan iva í hyggju at vísa stórabeiggja í Tórshavnar Kommunu, hvar Dávur keypti ølið. Hevndarhugurin hjá Oddbirni verður neyvan nøktaður á hesum sinni, tí HB er alt ov sterkt, og við Arnbjørn Hansen í álopinum verða teir ikki mjúkir at strúka í Gundadali sunnudagin. HB vinnur ein trivaligan sigur. Úrslit: 3-1
Víkingur-ÍF
Jakup:
Grannauppgerðin hevur stóran týdning fyri hesi bæði liðini, veit eg. Meir enn bara 3 stig. Víkingur torir at melda stóran málsetning út aftur í ár, meðan varni málsetningurin í Fuglafirði er, at liðið bara skal gera tað betri enn í fjør, sum næstan er heilt vist, nú EB/Streymur hevur mist so nógv fólk. Liðið hjá Víkingi hevur nógv færri spurnartekin enn ÍF, har eg havi ivamál um bæði sentralu miðjuna og allan verjupartin. ÍF hevur tó minst líka góðar leikarar til offensivu plássini. Vit eru í fyrsta umfarinum, so eg haldi meg til ein tepran heimasigur í eini spennandi grannauppgerð, har ein royndur Súni Olsen kundi blivið avgerandi við einum deyðbólti. Úrslit: 2-1
Mortan:
Hetta er ein grannauppgerð, sum hevur ein heldur ilsligan dám. Tað plagar at leika hart á, tá Eysturoyarrisanir hittast í einari grannauppgerð sum hesari. Víkingur hevði eina vanlukkuliga byrjan á seinasta kappingarár, og hetta fer at verða ein kleppur um beinini á teimum sunnudagin, tí eg vænti, at teir fara at verða óneyðuga varnir. Samstundis verður hetta funnin fressur hjá ÍF, sum fer at gera sær dælt av væntandi villskapinum hjá gøtu og leirvíksingum. Tá dysturin er liðugt spældur eru tað tó FM-biðlanir ið standa á sigurskamlinum við einum teprum, men uppibornum, sigri.
Úrslit: 2-1
TB-KÍ
Jákup:
Tað er eftir mínum tykki eingin ivi um, at størsti dysturin í 1. umfarinum er við Stórá millum tvey av søguríkastu liðunum í Føroyum. At TB er aftur í bestu deildini er gott fyri føroyskan fótbólt og TB er eitt felag, sum hevur virðing millum fólk. Vælkomnir aftur í fína ”selskapið” TB! Vit hava saknað Einherjar, túrarnar við Smyrli til Suðuroyar og røddina í Niels Petersen. Nú manglar bara TB legendan Óli Johannesen, men hvør veit, um hann ikki verður at síggja aftur á vøllinum seinni í ár. Eg veit frá KÍ viðhaldsfólkunum, sum eisini vera mannsterk við Stóra sunnudagin, at túrurin til TB útidystin er eitt hæddarpunkt á árinum, hóast sjálvt úrslitið ikki altíð gongur eftir vild. Áðrenn byrjan nærum hvørt ár er fótbólstfebur í Klaksvík og eg havi varhugan av, at tað sama er galdandi fyri fólk kring TB. Við venjaranum Páll H. Guðlaugsson á odda vænti eg eisini, at eitt styrkt TB lið kemur út til hesa kappingina sum eitt ódnarveður við sera uppsettum leikarum og viðhaldsfólkum. KÍ hevur hampuliga stóra útskifting í uppstillingini í mun til í fjør, so liðið er als ikki samanspælt og hevur sum so bara roynt verjuspælið av, sum koyrdi væl í Klaksvíkskappingini. Álopsspælið, har m.a. Páll A. Klettskarð og Kenan Hajdarevic nærum einki hava spælt í venjingardystunum, er neyvan klárt til at mynda nakran flottan fótbóltsdyst við Stórá. So eg vænti, at vit koma at síggja ein tættan dyst eins og vit ofta sóu millum hesi liðini í 2012 og 2013, tá 3 av 6 dystum endaðu við javnleiki. Vit eru ov tíðliga í fótbóltsárinum til at fáa gott álopsspæl og liðini eru helst nakað varin fyri ikki at tapa, so eg fari at tippa ein málleysan javnleik, sum bæði liðini helst væl kunnu liva við. Úrslit: 0-0
Mortan:
TB og KÍ liggja sum oftast væl til hvørtannað. Flestu dystir teirra millum hava verið javnir og spennandi seinastu kappingarárini. Eg vænti, at dysturin sunnudagin verður ein varin og tamur leikur. KÍ hevur brotið upp úr nýggjum við fleiri ólokalum kreftum á liðnum, hetta fer at verða teimum ørkymlandi og tá teir uppdaga, at Óli Johannesen ikki er við, verður tað ov freistandi at spæla beinleiðis fótbólt beint á TB-verjuna. TB harafturímóti, verður eisini varið og fer ikki at taka nøkur óráð fyri. Undirhaldið byrjar nústaðni, tá fyrsta málið er komið, og tað kemur, tá Rógvi Joensen hálvfluktar bóltin í kassan seint í dystinum. KÍ fer at missa fokus, sum dysturin líður, tí teir kunnu liva við einum javnleiki, tá teir hava tveir heimadystir eftir TB. Hesum ger TB sær dælt av.
Úrslit: 1-0