Næsti dysturin hjá TB verður móti AB á Argjum. AB fekk eitt frálíkt úrslit móti HB í Gundadali, og staðfesti einaferð enn, at teir kunnu lættliga spæla við móti øllum FM-biðlunum.
AB hevur í langa tíð verið eitt felag, ið ynskir at festa seg í ovara endanum í Effo-deildini, men útskiftingin í AB ár um ár ger, at teir hava ringt við at hava eina samanhangandi tilgongd í longri eitt tíðarskeið. Tey á argjalandinum eru ivaleyst troytt av at spæla á aðrufiól saman við stóru grannunum í HB og B36, serliga tí, at fólkagrundaglagið í miðstaðarøkinum hellir á ein bógv, sum eigur at geva AB vind í seglini.
Seinast, tá TB var á Argjum, var ein lagnudag í 2013. AB fekk eina lítla hevnd fyri tann dystin á Streymnesi í 2011. Undan dystinum var AB 10 stig aftan,fyri TB, men Morten Overgaard skoraði eitt lyklamál í yvirtíðini, og gav harvið AB íblástur til eina langa sigursrøð, har teir blástu alla mótstøðu av vegnum í miðróðrinum í kappingini.
TB skal spæla uttan Albert Adu og Martin Tausen, ið fingu leikbann móti KÍ seinasta sunnudag. Hetta verður ein missur, sum fer at merkjast. Okur kunnu vænta, at Páll Hagbert fer at koyra Patrik Johannesen í álopinum fyri Adu, men hvat hann fer at gera á miðvøllinum er óvist, tí har eru fleiri møguleikar. Arthur Poulsen kann saktans eisini spæla í álopinum.
AB hevur eitt høgt støði, tá tað gongur teimum eftir vild, og tað tykist, at teir hava góða jávnvág á liðinum við royndum og ungum leikarum. Dysturin verður ein ordans styrkiroynd fyri TB. Heimasíðan vónar, at nógvir TBarar í miðstaðarøkinum verða á Argjum sunnudagin og at fleri leita sær norður ein túr.
Nevnast kann eisini at Franck verður tøkur til dystin eftir at øll viðurskifti, viðvíkjandi skiftinum hjá honum til TB, eru fingin í rættlag.
Góðan dyst.
AB – TB sunnudagin 8. mars klokkan 14:00