
Nú ymsu kappingarnar av álvara eru byrjaðar, stendur enn eitt vikuskifti, við einari rúgvu av dystum, fyri framman. Enn eru U-8 og U-10 hjá gentum og dreingjum ikki byrjaði, men øll hini liðini hjá ungdómsdeildini kappast leygardagin, umframt at 3.Deild, 2.Deild og Effodeildin eisini skulu spæla sama dag. Orsøkin til at eisini Effodeildin spælur leygardagin er tann, at 2. umfar av Løgmansteypakappingini verður spælt ónsdagin. FSF hava sostatt tikið hædd fyri hesum, og lagt fimta umfar av Effodeildini til leygardagin.
Góð undirtøka hjá U-12 dreingjunum
Fyrsta kappingin hjá U-12 var síðsta vikuskifti á Argjum og á Toftum, og leygardagin verður so tann næsta kappingin spæld. Hesaferð gongur leiðin út á Argir og til Streymnesar, og vit verða enn betur mannaði, enn vit vóru seinast.
Tað eru heili 19 børn í U-12 aldursbólkinum, og tað er sera positivt. Vit hava eisini fingið góðan styrk úr Hvalba, haðani fimm dreingir eru komnir. Teir hjálpa væl til, og eru eisini sera raskir.
Kristin er enn við
Millum allar dreingirnar er eisini ein genta, og hon er minst líka røsk sum dreingirnar, um ikki enn raskari. Hon hevur verið við okkum, líka síðan vit byrjaðu at spæla í U-8, og fram til í summar, kemur Kristin Petra Højsted at vera við hjá dreingjunum. Eftir summarsteðgin, fer Kristin at royna seg á gentuliðnum hjá ROYN, har fleiri aðrar av Tvøroyri eisini spæla. Upprunaliga vóru fleiri gentur, sum eisini spældu saman við dreingjunum, men tær eru allar farnar til Hvalbiar at spæla.
Vit fara at ynskja henni allan blíðan byr framyvir, og heldur hon á at kempa, sum hon so fyrimyndarliga ger, so kemur hon við statsgaranti á landsliðið um nøkur ár.
U-14 spæla í Hvalba
U-14 hjá dreingjum skuldu upprunaliga spæla heimadyst móti KÍb leygardagin, men klaksvíkingar hava býtt um pláss við FC Suðuroy, sum onkursvegna var komið í skeivan bólk frá byrjan. Suðuroyarliðini skuldu upprunaliga kappast í økisbólkinum, men onkursvegna var ein misskiljing farin fram. Feilurin er nú rættaður, og leygardagin spæla U-14 liðini hjá TB/Royn og FC Suðuroy. spennandi verður at síggja, um okkara framhaldandi fara at megna at spæla tann góða fótbóltin, vit øll vita, at teir duga. Liðið hevur, at kalla, ikki verið fullmannað til ein einasta dyst enn, men nú byrja leikararnar at koma fyri seg aftur, og hópurin byrjar at líkjast nøkrum spennandi. Dysturin byrjar kl. 12 á Skørðunum í Hvalba.
U-16 spæla á Skála
Eftir at hava vent einari keðiligari gongd í fyrstu dystunum, til seinasta dyst at vinna stórt á útivølli, byrjar at síggja gott út aftur hjá U-16 dreingjunum. Dystur teirra um vikuskiftið, verður á Skála, hóast mótstøðuliðið eitur Víkingur. Orsøkin til, at dysturin er fluttur inn á Skála, er tann, at vøllurin í Gøtu er fult bookaður, meðan teirra seinni vøllur í Leirvík verður umvældur í skrivandi stund. Avtala er fingin í lag við Skála, og sostatt verður spælt har inni í staðin. Dysturin byrjar leygardagin kl 14.
3. Deild eru væl við
Fyri fyrstu ferð í nøkur ár, hava TB aftur eitt lið í 3.Deild. Tað vóru so øðiliga nógvir leikarar, sum byrjaðu at venja, og tí varð mett, at eitt lið mátti meldast til kappingina í 3.Deild.
Kappingin er skipað eitt sindur ørðvísi, enn hinar kappingarnar hjá teimum vaksnu. Tað er nevnuliga soleiðis, at kappingin er skipað í seks bólkar, hvør við fýra liðum. Hesi spæla so innanhýsis, tvær ferðir móti hvør øðrum, og so verður gjørt upp. Nummar eitt og tvey úr hvørjum bólki fara so í einum finalubólki, meðan liðini sum endaðu sum nummar 3 og 4, fara at spæla í einari kapping fyri seg.
Higartil hevur kappingin hilnast væl hjá TB, og eftir at hava spælt tveir dystir á útivølli, og ein í Vági, hevur TB fingið 4 stig. Liðini, ið eru saman við TB í bólki D, eru; VÍKINGUR a, ÍF og B68.
Næsti dysturin hjá TB verður leygardagin í Hvalba, tá Víkingur vitja. Dysturin byrjar kl 14.
Trupul útidystur
2. Deildarliðið hjá TB hevur ikki fingið byrjanina, teir vónaðu at fáa, og eftir tveir 0-2 ósigrar, skulu teir leygardagin royna at venda gongdini í Havn, har samanlagda Giza/Hoyvík taka móti. Heimaliðið er á odda í deildini, og eru higartil ósigraðir. Skal TB tí gera sær nakra vón um, at fáa eitt hampuligt úrslit suður aftur við, má leggjast nógv fyri, og kempast má av øllum alvi.
KÍ skal temjast
TB skal á vitjan við Djúpumýru í Klaksvík leygardagin, og tað verður uttan iva ein spennandi dystur. KÍ eru vanliga sterkir á heimavølli, og tí skal hegni, gott áræði og dirvi til, hjá okkara, fyri at koppa bláu bylgjuni. Bert eitt stig er á muni millum liðini, og tað er umráðandi, at vit fáa eitt gott úrslit suður við.
Okkara skulu ikki leggja dent á Kristoffur Jakobsen, Hjalgrím Elttør og hvat teir enn eita…Heldur eiga vit at dúva á egna styrki, og veruliga taka møguleikarnar.
Onkur dragist við snuddir, og hava ikki vant við fullari megi í vikuni, men enn er óv tíðliga at siga, um teir verða klárir til dystin leygardagin.
Nú skal tað verða dreingir, drívið á