EB/Streymur kemur á vitjan

Sunnudagin klokkan 15:00 verður dystur við Stórá aftur, tá EB/Streymur kemur á vitjan. Farna sunnudag fingu vit eina stigi við heim úr Fuglafirði, tá okur leiktu ein 2-2 javnleik.

EB/Streymur er einasta lið í Betri Deildini, sum ikki hevur fingið stig enn og sjálvandi vóna okur, at hetta eisini verður galdandi eftir sunnudagin.

Felagið er fullmannað, tó er Serbin Veljko Vukovic tíverri langtíðarskaddur. Hinvegin so mugu okur fegnast um ein annan unga mann, sum av sonnum hevur lagt væl frá landið í ársins kappingarár. Okur meina sjálvandi við Stefan Radosavljevic, sum er toppskjútti í Betri Deildini og har við sjálvandi ein upplagdur kandidatur til besta leikara fyri mars mánaða.

Nú skriva okur apríl og vóna sjálvandi at Stefan og liðfelagarnir leggja til brots við einum sigri sunnudagin.

Koyr á TB!

Scroll to Top