Sunnudagin kemur EB/Streymur á vitjan við Stórá og eftir dystirnar ímóti KÍ og Víkingi tykist tað sum um, at nú er vónin afturvend í TB/FC Suðuroy/Royn leguni. Harvið leggur tað eisini dagskránna fyri dystin sunnudagin, tí har er onki at ivast í, at trý stig verða sera kærkomin.
EB/Streymur byrjaði kappinginarárið væl, men hevur seinastu dystirnar ikki fingið nakað serligt burturúr, eisini trý stig seinastu fimm dystirnar. Hinvegin hevur TB/FC Suðuroy/Royn eisini bert fingið eina stigi seinastu fimm dystirnar.
Niðanfyri vísir tavlan eitt yvirlit yvir hvussu gongdin hevur verið í Betrideildini hesi fyrstu átta umførini.
Dysturin verður við Stórá sunnudagin klokkan 15:00 og verður tað Rúni Gaardbo, sum skal leiða dystin.