Effodeildin liðug

Endaliga støðan av Effodeildini er nú funnin, vit megnaðu at halda okkum uppi, sum mátti vera allarfyrsti málsetningur fyri árið. Úrslitið í ár er tað besta í langa tíð, tá hugsa verður um Tvøroyrar Bóltfelag í bestu deildini.

Hyggja vit aftur í søgubøkurnar umvegis Faroesoccer við atlitið til bestu deildina eftir at hon bleiv broytt til at umfata 27 umfør, so er talan um hægsta stigatal í ár. Niðanfyri sæst ein talva yvir hvussu nógv stig vóru vunnin tær ferðir vit vóru í bestu deildini seinastu ferðirnar.

 2005201220132015
Stig22242326
Nummar10897

Millum eyðkendu leikararnir í ár kunnu vit framhevja nakrar áhugaverdar statistikkir.

Flestu minuttir fekk Teitur Olsen. Stinni ungi verjuleikarin hevur av sonnum prógva sínar dygdir í ár, har hann hevur verið krumtappurin í verjuni hjá okkum. Eyðsýndur og vælleikandi gjøgnum alt árið.

Martin Tausen er harði hundurin á liðnum, hann hevur megnað at fingið flest sektarstig. Tey 11 sektarstigini komu umvegis fimm gul og tvey reyð kort. Martin er ein klassiskur defensivur miðvallari, ið als ikki er bangin fyri at taka eina takling fyri liðini.

Rógvi Joensen er ótroyttandi leikarin á miðjuni, sum aldrin gevir seg ein einasta tumma. Hann er her, har og allastaðni, tá hann er í svørthvítu troyggjuni. Rógvi er annars leikarin á liðnum, sum hevur fingið flestu gulu kortini, um tað er ein arvur frá pápanum lata vit vera ósagt 🙂

Albert Adu gjørdist skjótt ein vældámdur leikari, tekniska støði er øgiliga høgt og ferðin tað sama. Hann tók Effodeildina við storm frá byrjan av og hevur gjøgnum árið fingið 10 mál í ár. Ein skaði darvaði tíverri Adu stóran part av kappingini.

Ivan Stojkovic hevur verið ein dyggur aftasti skansi í ár. Ivan leikti nærum allar dystir uttan tann eina móti EB/Streymi vegna karantenu. Hetta var níggjunda árið hjá Ivani í svørthvítu blusuni.

Hetta var bert nøkur frá áhugaverd evni, ið kundu takast fram, men felags er tó at Tvøroyrar Bóltfelag hevur í ár megnað at staðið væl saman sum lið og hava givið teirra ýtarsta fyri liðið, ið hevur so ómetaliga nógv at siga fyri Tvøroyri og øllum okkum, ið eru góð við felagið!

Við úrslitinum í dag móti Víkingi gjørdist endaliga støðan at vit fingu 26 stig og endaði á 7. plássið. Endaliga støðan sæst í høgra bredda.

Takk fyri í ár

Ein hjartans tøkk skal hervið ljóða til allar leikarar fyri teirra innsats í ár. Ein tøkk eisini til øll onnur ið vara av TB, tað verið seg nevndir, hjálparfólk og stuðlar.

Vit síggjast aftur við Stórá komandi kappingarár, tá eru EB/Streymur og FC Suðuroy ikki partur av deildini. Í staðin koma Skála og B68.

Scroll to Top