Ein heilsan frá Fótbóltsskúlanum 2019

14.-16. august bleiv árligi Fótbóltsskúlin við Stórá hildin, og aftur í ár var fulttekna við 150 luttakarum!

Hvørt ár royna okur at fáa onkran spennandi útlendskan venjara sum høvuðsvenjara fyri fótbóltsskúlan. Í fjør høvdu okur danarnir frá Joga Bonito, ið lærdu børnini nógv tekniskt, har dentur var lagdur á driblingar og smartar fintur. Í ár vóru okur so heppin at fáa Craig Dean sum høvuðsvenjara til fótbóltsskúlan. Craig var TB leikari í 2002. Eftir hann gavst at spæla hevur hann fingið drúgvar royndir innan venjarayrki. Hann hevur millum annað verið partur av fótbóltsakadaminum hjá Newcastle United, og nú starvast hann sum Head of Reqruitment hjá stórfelagnum Leeds United.

Okur vóru sum vera mann sera spent at fáa Craig heim til Fótbóltsskúlan, og hann gleddi seg eisini at koma til Tvøroyrar aftur aftaná 17 ár. Umframt Craig so luttóku 20 lokalir venjarir vóru við til fótbóltsskúlan, og okur ivast ikki í, at eisini teir hava fingið nýggjan íblástur til dagligu venjingarnar.

Fótbóltsskúlin byrjaði ónsdagin við innskriving av øllum luttakarunum, og aftaná døgura byrjaðu venjingarnar.

Óns- og tórsdagurin vóru okur so heldig at hava fantastiskt veður. Craig hevði skipa fyri nógvum góðum, fjølbroyttum og stuttligum venjingum, og halda okur at luttakarirnir hava fingið nógv burturúr.

Tórskvøldi var skipa fyri hugnakvøld fyri øllum luttakarunum, ið høvdu hug. Skipa var fyri ymsum kappingum í ítróttarhøllini, umframt at har eisini var sett upp ein forðarrennibreyt, ið luttakarnir kundi hugna sær við. Eisini var skipa fyri spurnarkapping og til bar at keypa ymiskt í kioskini. Eitt frálíkt kvøld har øll hugnaðu sær. Eitt slíkt hugnakvøld gevur nakað eyka til okkara fótbóltsskúla, ið gevur luttakarunum møguleika at hugna sær saman uttanfyri fótbóltin eisini.

Fríggjadagurin var tíverri merktur av føroyska veðurlagnum, og var neyðugt at gera ymsar broytingar í skránni. Veðrið fer mann onki gjørt við, og hóast nógva regnið, so var hugurin hjá luttakarunum í topp. Tíbetur hava okur góðar umstøður og møguleika at brúka ítróttarhøllina.

Fótbóltsskúlin endaði fríggjadagin í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla, har luttakararnir fingu handað luttøkuprógv og medalju. Og sjálvandi var ein drekkamunnur, køkur og annað gott at fáa hjá luttakarunum og øllum teimum mongu, ið vóru komin til handanina.

Sum nakað spennandi nýtt, kunnu okur nú avdúka at 5 leikarir, ið vóru við til fótbóltsskúlan í ár fáa møguleikan at koma yvir til Onglands at royna seg hjá Leeds United. Leikarirnir sleppa at venja við ungdómsliðunum hjá Leeds United í nakrir dagar, og verður hettar uttan iva sera mennandi fyri teir, og ikki minst eitt stórt upplivilsi. Ætlanin er at hettar verður í februar næsta ár, og koma okur at boða nærri frá hesum.

At skipa fyri einum slíkum fótbóltsskúla krevur nógv, og vilja okur takka øllum teimum, sum hava givið eina hond – bæði á og uttanfyri vøllin. Uttan hesa hjálp og vælvild frá øllum bar ikki til at skipa fyri einum slíkum fótbóltsskúla, ið er til gleði fyri so mong ár um ár. Hetta sjálvbodna arbeiðið má á ongan hátt undirmetast, og er tað sjálvur grundarsteinurin fyri eitt felag sum TB og Fótbóltsskúlanum við Stórá.

Eisini vilja okur takka Tvøroyrar Kommunu og stuðlunum hjá fótbóltsskúlanum í ár.

Og ikki minst stóra tøkk til allir luttakararnir. Fantastiska stuttligt at síggja hvussu røsk og hugagóð tey eru. Okur vóna at síggja øll aftur til Fótbóltsskúlan við Stórá 2020!

Stuðlar hjá Fótbóltsskúlan við Stórá 2019

BankNordik, MTV Byggivirkið, HMP Consult, Vest Pack, Føroya Bjór, Bakaríið hjá Hans Olaf, FK, Bónus, Tvøroyrar Kommuna, Fámjins Kommuna, Hvalbiar Kommuna.

Myndir: Mariann Mikkjalsdóttir

Scroll to Top