Ein málríkur sigur

3. deild: TB – Víkingur 4-2

Leygardagin vóru tveir dystir í vaksnamannadeildini hjá TB, har 1. deildarliðið skuldi taka móti B68. Tíverri fyri teir endaði hesin við einum 2-5 úrsliti og ongi stig til okkara næstbesta lið.

Nakrar minuttir aftaná so stóð 3. deildarliðið hjá felagnum á vøllinum við Stórá. Hetta skuldi gerast ein sera undirhaldandi, spennandi og til tíðir væl leiktur dystur.

Veðrið var av tí fínasta, tá leikt var og tað til stóra gleði fyri nøkrum av teimum sólslikkandi fýrunum á liðnum.

Vit byrjaðu dystin í einari 4-4-1-1 formatión.

Hugin – Pætur, Jákup, Tórur, Ólavur – Jan, Búi, Páll Heri, Benjamin – Arthur – Kaj.
Á bonkinum vóru: Kristin Andrias, Petur, Jónhard, Danjal Eli og Júst.

Dysturin byrjaði væl og vit royndu at spæla eitt sindur av skilagóðum fótbólti, men høvdu vit verið meira kreativir og vaknir, so kundu vit ferð eftir ferð spælt snilt og lætt framvið verjuna hjá Víkingi, tí hon var sera passiv. Men tað bagdi tó ikki stórvegis allíkavæl, vit fingu fleiri mál seinni í dystinum.

Eftir eina løtu noyddist Búi, skaddur, fara av vøllinum og í hansara stað kom Jónhard inn og byrjaði skjótt at fordeila bóltar í eystur og vestur.

Tað var júst sami Jónhard, sum eftir 25 minuttir vóru farnir langaði bóltin sera vakurt í handara horn við einum frálíkum langskoti úr eini 20 metrum. Hetta var til stóra frøi fyri TB leikarar.

Víkingarnir vóru tó ikki heilt ófarligir, tí teir høvdu fleiri støður, har vit bara kunnu seta prís uppá, at vit hava ein so góðan málmann sum Hugin – hann var onki minni enn fantastiskur í dystinum har hann stórbjargaði fleiri ferðir.

Tá tað stundaði til hálvleiks gav eitt av okkara vandamiklu vápnum mál. Sum fáur, so kann Arthur blaka ein bólt langt av fjandanum til og hetta skuldi vísa seg at eydnast ómetaliga væl móti mótstøðuliðnum úr Víkingi.

Vit fáa eitt innkast við hornaflaggið og Arthur verður sjálvsagt biðin um at kasta, og tað hann so ger. Eitt sindur tilvildarligt dettur bólturin fyri føturnar á Jan og hann tekur, sum um hann lempaði kol við fótinum og skovlar bóltin inn um strikuna til 2-0 og hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

Vit fara síðani til hálvleiks við einum stórum smilið og millum annað Jan var sera fegin eftir endiliga at hava fingið hol á eftir at hava misnýtt nógvar aðrar kjansir í ár. Menn leskaðu sær á við einum vatndropa og so var tíðin komin at fara í gongd við øðrum hálvleiki.

Tíverri byrjar hann onki serligt fyri okkara part, tí longu 10 minuttir inni í hesum hálvleikinum, so er galið. Ein Víkingur fær sett bóltin í netið og hetta gevur okkum eitt sindur av nervum og vit byrja at oyðileggja okkara egna spæl.

Tað sleppa tó ikki at ganga nógvir minuttir, so er Jan aftur uppá spæl, hetta málið skuldi vísa seg at gerast ein endurtøka av málinum til 2-0, næstan. Arthur sendir eitt óhugnaligt innkast innfyri og bólturin dettur aftur fyri føturnar á Jan, sum setur hann í kassan til 3-1.

Víkingarnir góvu tó ikki heilt skarvin yvir og megna teir at svara aftur og gera tað til 3-2 og tá byrjaðu TB’arnir so smátt at ristast eitt sindur í brókunum. Málið hjá Víkingi kom eftir 70 minuttir vóru leiktir og tí var spenningurin øgiligur í endanum av dystinum, har teir royndu at pressa okkum.

Vit vóru troyttir, men tíbetur vóru teir eisini og hetta kom Jan til gagns í ein av allarsíðstu minuttunum av dystinum. Víkingarnir høvdu horna og vóru nógvir komnir við fram, bólturin verður taklaður burtur og Jan fær fatur á honum beint uttanfyri okkara egna brótsteig og síðani gongur tað skjótt. Ein spurt við bóltinum frá tí eina brótsteiginum til hin og undervejs eydnaðist tað at renna framvið nøkrum útlúgvaðum Víkingum, sum bert kundu hyggja at. Jan drønar fram og er púra einsamallur og velur lætt og elegant at seta bóltin í handara síðunet til endaligu støðuna 4-2.

Næsti dystur hjá okkum í 3. deild verður móti Víkingum aftur, tá verður tað A-liðið, ið vit fara at møta í Gøtu, meðan tað leygardagin var B-liðið, ið vit møttu, har veteranar sum Magni Jarnskor vóru við.

Scroll to Top