Ein tøkk frá felagnum

Í samband við føðingardagsmorgunmatin á Seglloftinum leygardagin blivu gávur handaðar og røður hildnar. Ein av røðarunum var Einar Larsen, sum í sjálvum sær við vitan hansara er eitt savn – ja ein dýrgripur fyri býin – hansara hugleiðingar um mangt og hvat einastandandi. Í hesum sambandið talaði Einar sjálvsagt eitt sindur um ríku søgu felagsins.

Maurice Ross, høvuðsvenjari í TB/FC Suðuroy/Royn, helt eina stutta røðu um hvussu hann hevur upplivað kærleikan hjá fólkið til felagið og fótbóltin yvirhøvur.

Anita Vibergsdóttir røddi vegna Tvøroyrar Býráð og handaði samstundis gávu til felagið á kr. 25.000.

Hans Pauli Holm var eisini ein av talarunum, sum eisini hevur stóran lut í felagnum gjøgnum tíðina, bæði sum leikari og millum annað formaður í felagnum.

Varðin Pelagic lat kr. 15.000 til ungdómsarbeiði í Tvøroyrar Bóltfelag. Eisini lat Sportsmassører Elinborg C. Nygaard gávubræv til felagið, ið umfatar massagu til leikararnir í ein mánað.

Henrik Thomsen, virkandi formaður í felagnum, takkaði hjartaliga fyri allan stuðul felagið fekk. Vit skrivaðu í gjár um nýggju máltalvuna, les meira um ta gávuna her.

Nakrar myndir av røðarunum síggjast við at blaða í myndunum ovast í greinini. Judi Holm, kassameistari í Tvøroyrar Bóltfelag, hevur tikið myndirnar.

Scroll to Top