Effodeildin: TB 0-1 ÍF
TB tók í dag móti ÍF á heimavøllinum við Stórá, har TB ofta hevur givið mótstøðuliðnum høvuðbríggj.
Hetta var sjálvandi eisini vónin í dag, tá fuglfirðingar komu suður, tí øll í TB livdu í vónini um, at ein venjaraeffekt skuldi gera seg galdandi frá fyrsta degi við Páll Guðlaugssyni við róðrinum.
Hetta skuldi tíverri vísa seg, at ikki gerast veruleiki, tí tá samanumkom streyk ÍF avstað við trimum stigum norður um fjørð.
Veðrið í dag var ikki av tí allarfagrasta, satt at siga var tað keðiligt veður, nógvur vindur og stundum regn eisini og ættin lá úteftir vøllinum og tí leikti TB í undanvindinum í fyrsta hálvleiki.
Tað var sum heild ikki ein hendigaríkur fyrsti hálvleikur, nakriri hálvir kjansir vóru, men ÍF átti tó tann allarstørsta og var tað ikki fyri einum vælleikandi Ivani í málinum, so stóð tað 0-1, tá farið var til hálvleiks. TB’arnir høvdu nakrar royndir langt úti frá, men hesari gjørdist aldrin vandamiklar – tó so kundi TB’arnir væl havt skotið fleiri ferðir úti frá, men valdi oftani at lata vera.
Hálvleikur bleiv og støðan var framvegis 0-0 og vit livdu í vónini um, at Páll kundi fáa ta veruligi TB kensluna í okkara monnum, sum vit so ofta hava sæð í fyrstu hálvu av hesum kappingarárinum, men vit fáa ein vátan vøtt í høvdið frá byrjan.
Dysturin er illa nokk komin í gongd aftur og so má talvupassarin broyta støðuna til 0-1, tí ÍF fær eitt mál, har undirritaði ikki sær hvat sker, men eitt er vist og tað er nógvar røddir hava verið frammi um, at har var rangstøða í støðuni sum førir til ÍF málið. Martin og Óli vóru eyðsyndir púra ørir inn á eykadómaran, tí teir mettu tað vera offside. Dømt bleiv mál og tí krakeleraði ”the game plan”, sum Páll allarhelst hevði stungið út í kortið.
Nú gjørdist tað brádliga tungt hjá TB at fóta sær aftur, men teir løgdu eitt miðvíst trýst á ÍF málið, men sum ikki eina ferð eru vit ikki nóg farligir frameftir og fáa onki mál.
Í eini roynd at fáa eitt sindur øðrvísi spæl og møguleikar varð Poul Ingason úttikin og inn kom Aron og umframt hesa útskifting var Dan eisini skiftur út fyri Ragnar. Tíverri vildi tað ikki veruliga koppa okkara veg hendan dagin.
Eftir eitt av mongu innleggunum hendan dagin, antin eftir horna ella í fríðum spæli fáa vit eitt høvd á, men lukkutíð fyri ÍF var ein maður á strikuni og fekk vart fyri mál til TB.
Við eitt sindur av hepni og vælvild frá dómaranum, so áttu vit eitt straffi, tað er so onki at ivast í, men floyta bleiv ikki. Dan bleiv klárt skumpaður alt ov harðliga í ryggin inni í 16-metrinum.
Vit sita eftir við einari undarligari kenslu nú eftir dystinum, tí ÍF fáa eitt keðiligt mál har nógv umrøða eina off side støðu og vindurin hjálpti eisini bóltinum í málið, tí hann hevði ikki beinleiðis kós móti málinum, men endaði beint innanfyri stongina.
Páll fær frið
Páll fær nú tvær vikur at venja sínar ”nýggju” menn, tí komandi vikuskifti verður ongin Effodeildar fótbóltur á skránni, tí finalan í Løgmanssteypinum skal leikast.
Hetta gevur okkum vón um, at Páll fær frið til at venja leikararnir við hansara máta at spæla fótbólt og samstundis fáa eitt sindur av villskap inn í hópin aftur – hetta hevur vænta í longri tíð.
Komandi dystur hjá TB verður 31/8 har vit skulu til Klaksvíkar at taka stig frá KÍ – hetta verður ein umráðandi dystur fyri okkum, har vit helst skulu hava stig, so vit ikki missa KÍ úr eygsjón omanfyri strikuna.
Myndir
Myndir frá dystinum í dag eru lagdar út og kunnu síggjast við at fylgja hesari leinkjuna.
Vinnandi lutaseðlar
Lut hevur verið trekt um lutaseðlarnir, sum vóru seldir undir dystinum og vinnandi tølini gjørdist 14304 og 14313.
Vinningarnir fáast við at ringja til Ásu á 37 16 09 ella 22 55 47.
Dagsins leikari
Atkvøðast kann um dagsins leikara móti ÍF í høgra bredda.