Leygardagin verður ein venjingardystur við Stórá, talan er um dyst millum okkara 2. lið, ið enn eina ferð tekur ímóti hvalbingunum úr Royn.
Í farna vikuskiftið møttist liðini eisini við Stórá og tá gjørdist úrsliti ein 3-1 sigur til okkara menn.
Dysturin millum TB og Royn leygardagin verður klokkan 12:00.
Kappingin í 2. deild hjá monnum byrjar 12. apríl og skal TB tá taka ímóti MB.
Besta lið felagsins hevur ongan venjingardyst hetta vikuskifti.