Einsamalt oddalið

Í dag stóð ein trupul útidystur á skránni, tá vitja var í Sørvági hjá 07 Vestur og endin var at TB/FC Suðuroy/Royn vann dystin 1-0.

Einsamalla málið í dystinum skoraði Poul Ingason eftir 18. minuttir.

Tað skilst á lagnum, at TB/FC Suðuroy/Royn leikararnir kempaðu sum úlvar á skóg og at vøllurin á Dungasandi er niðurslitin eftir hesum mannfólkainnsatsinum.

Sum hinir dystirnir lagaðu seg í dag, so er TB/FC Suðuroy/Royn nú einsamalt á odda í Effodeildini hjá monnum. Fyri framman er ein steðgur frá Effodeildini orsaka av landsliðsdystum og steypakappingini.

Scroll to Top