Eitt legg aftur til 1977

Síðani Tíðarrit heimasíðan er komin online hevur hetta vakt miklan ans millum flestu føroyingar, eisini okkum her á TB heimasíðuni.

Vit hava verið í savninum og hugt aftur til eitt av gyltu árini, hesu ferð hava vit hugt eftir 1977. Meira neyvt er talan um Sosialin frá 5. oktober 1977. Hetta er eftir at TB hevur megnað at tryggja sær “The Double”.

Undir yvirskriftini “Tvørámenn føroyameistarar í fyrstu deild annað árið á rað” ber millum annað til at lesa um Trónd Nolsøe, sum hetta árið skeyt ein triðing av málunum hjá TB.

Tó at Trónd Nolsøe skeyt triðingin av málunum hjá TB eydnaðist tað ikki honum at gerast toppskjútti hetta árið. Henrik Thomsen sæst eisini liggja nummar trý á listanum.

Eisini sæst ein mynd har Petur Hammer verður borin umborð á Smyril, tá viðhaldsfólkini, leikarar og venjarar fara suðurum fjørðin at hátíðarhalda meistaraheitið.

Lesið greinina umvegis hesa leinkjuna.

Scroll to Top