Sunnudagin verður aftur heimadystur hjá TB/FC Suðuroy/Royn við Stórá og tá er tað árstalsfelagið úr Tórshavn, sum kemur suður. Við sær í viðføri hava teir enn ongan sigur, men hinvegin hava teir ei heldur tapt í Effodeildini higartil. B36 hevur spælt fýra javnleikir og felags fyri teir allar er, at mál eru skotin – ongin av dystunum er endaður málleysur. Tað sama er galdandi fyri TB/FC Suðuroy/Royn, sum tó hevur megnað at halda tætt í egnum enda og har við hava tryggja sær níggju stig eftir fýra dystum. Sanniliga eitt góðkent avrik, men ynskiligt hevði sjálvsagt verið, at dysturin við Margáir ikki bleiv taptur.
B36 leikti lokaluppgerð í Havnini farna vikuskiftið har teir løgdu seg á odda, men síðani tók HB yvir og tað var ikki fyrr enn í 79. minutt at Tvøramaðurin Patrik Johannesen kundi javna til 2-2. B36 liðið hevur verið darva av skaðum, sum millum annað hevur við sær, at ivamál eru um Lukasz Cieslewicz og Philip Lund vera við sunnudagin við Stórá. Patrik er saman við Róaldi Jakobsen toppskjútti hjá havnamonnunum við tveimum málum í part. Róaldur hevur víst seg, at vera sera vandamikil við sínum fríspørkum og tí er tað umráðandi sunnudagin ikki, at fremja alt ov nógv fríspørk í vandamiklum støðum.
TB/FC Suðuroy/Royn hevur sanniliga fingið vind í seglini og eftir tveimum teimum fyrstu heimadystunum við Stórá kann staðfesast, at higartil er ongin farin avstað aftur umborð á Smyril við nøkrum øðrum enn einum tapið. Ímóti Skála sást eitt lið, sum væl megnaði at spæla bólt í longri løtum, samstundis sum at verjuparturin og serliga aftasti skansin eru tryggir, tá á stendur.
Onkur vil vera við, at TB/FC Suðuroy/Royn hevur fingið eina lætta byrjan, av tí at felagið hevur møtt teimum liðunum, ið á pappírinum vóru mett at liggja í niðaru helvt av Effodeildini. Hinvegin, um serfrøðingarnir hava rætt, so er tað veruliga nú, at TB/FC Suðuroy/Royn kann fáa teir at broyta meining. Ein sigur ímóti B36 má uttan iva føra við sær eina størri trúgv uppá liðið, sjálvt norðanfjørðs.
Eitt er sikkurt og vist, at við Stórá skal ongin halda seg kunna koma og bert stjala stigini – hetta skal vera okkara bastión og her skulu stigini í høvuðsheitum tryggjast.
Dysturin verður sunnudagin 23. apríl klokkan 14:30.
Góðan dyst!
Mynd: Eyðfinn Debes