Í gjár stóð slagið millum Tvøroyri og Havnina enn eina ferð, hesu ferð var stríðsvøllurin Gundadalur og mótstøðuliðið var B36. Dysturin var sum heild javnur, serliga í fyrsta hálvleiki var talan um javnan dyst. B36 leikararirnir tóktist eisini at gerast alsamt meira frustreraðir um, at tað ikki var hepnast teimum at fáa bóltin inn.
Ein stóran leiklut í, at B36 ikki fekk mál má tilskrivast einum stórspælandi Mayebi í málinum. Hann stóð fyri fleiri bjarginum í gjár. Sum heild má tó sigast, at talan var um eitt satt liðavrik, har heildin eydnaðist væl og menn stríddist sum úlvar á skóg.
Teir byrjandi ellivu í gjár vóru:
Mayebi
Eirikur – Signar – Teitur O. – Ragnar
Kofi – Salmundur – Ndende – Teitur J.
Adu
Din Din
Sostatt hava vit nú fingið fimm stig inn á kontoina og næsti dystur verður móti ÍF við Stórá. ÍF liggur í løtuni beint undir okkum við fýra stigum.