Stefan Radosavljevic er einasta umboðið fyri Suðuroynna tá U17 landsliðið við Pól F. Joensen og Áka Johansen leggja leiðina til Kýpros í mars mánaða.
Teir báðir venjararnir hava úttikið endaliga hópin og sigur annar venjarin, Áki soleiðis við heimasíðuna hjá Fótbóltssamband Føroya:
“Hetta verður ein øgiliga stór avbjóðing. Vit skulu spæla ímóti Kýpros, Írlandi og Slovakia, og tey hava øll rættuliga sterk ungdómslandslið. Men vit trúgva veruliga uppá møguleikan, og vit fara sjálvandi eftir honum.”
Endaligi hópurin sum fer til Elite Round á Kýpros í døgunum 11. til 21. mars sæst niðanfyri.
Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HBVerjuleikarar
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Gundur Ellingsgaard Petersen, Valur (ICE)
Fróði Pætursson Rasmussen, B36
Jógvan Petersen, HB
Dann Fróðason, 07 Vestur
Andrias Edmundsson, B68
Sveinur Lava Olsen, HBMiðvallarar
Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur
Magnus Holm Jacobsen, B36
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN)
Sølvi Sigvardsen, NSÍ
Stefan Radosavljevic, TB
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN)
Símun Sólheim, HBFramherjar
Tórur Jacobsen, KÍ
Steffan A. Løkin, NSÍ
Leikskráin til Elite round er hendan:
- mars: Føroyar – Írland
- mars: Føroyar – Kýpros
- mars: Føroyar – Slovakia