Sunnudagin 8. mars var annar dysturin hjá TB í Effo-deildini á skránni, tá TB vitjaði Argja Bóltfelag inni í Vika á Argjum.
TB byrjaði sum vant við Ivan í málinum, Teitur J á høgra bakki, Andri á vinstra og Heine M og Teitur O í miðverjuni. Á miðuni vóru Arthur í vinstra borið, Eirikur í høgra meðan Rógvi, Heini M og Reynir mitt fyri og Patrik sum einligur áleypari.
Líkindini henda sunnudagin vóru ikki tey bestu, væl av vestanvindi og samstundins sera kalt.
TB byrjaði við vindinum í rygginum og og spæli gjørdist eisini nógv ávirka av vindinum. Fyrri hálvleikur hevði ikki vakurt bóltspæl at bjóða, og tað mesta endaði við tilfeldigheitum.
TB legði seg á odda tá umleið 30 min. vóru leiktir við máli frá Heina Mortensen, ella Heina hjá Alva sum okur eisini kenna hann. Heini tók horna úr landnyrringshorninum á vøllinum, sum í hædd liggur yvir 90 metur uppi, og sendi bóltin hegnisliga beinleiðis í meskarnar. Flott og frekt mál av unga Hvítanesmanninum.
Bæðini liðini høvdu síðani nakrar hálvar kjansir tó uttan at nakað mál spurdist burturúr og tí var 1-0 til gestirnar, tá dómarin hendan dagin, Alex Troleis, bríkslaði til hálvleik.
Tá seinni hálvleikur byrjaði, minkaði eisini vindurin nógv og tí lá betri fyri at spæla bólt eftir steðgin. AB hevði bóltin meira og kom fram til nakrar kjansir tó uttan at tað gjørdist verðuliga vandamikið. Tó gjørdist støðan 1-1 umleið 15 min. inn í seinna hálvleik, tá AB leikari nærum av miðuni skeyt/gyppaði bóltin avstað og við hjálp frá kalda lotinum, sigldi bólturin yvir Ivan og í netið. Eitt gott mál av einum verjuleikara hjá argjamonnum, meðan Ivan við sínum drúgvu royndum man irða seg um, at hann stóð so uttarliga tá langskotið fall.
Restina av dystinum royndi AB at pressa longri frammi á vøllinum og kom eisini fram til 1-2 stórar kjansir, meðan TB lá og lúrdi eftir kontramøguleikum.
Millum annað fekk AB óbeinleiðis fríspark inni á brotsteigarplettinum, tá Troleis metti at Heine M hevði tilætlað eina avlevering aftur til Ivan, sum tók bóltin upp. Ein totalt vónleys avgerð av Troleis, tí líka uppi frá Kirkjubøreyni sást, at Heine M royndi at skjóta bóltin burtur og ikki inn til Ivan. Men tíbetur so megnaði AB at heilkiksa stóra møguleikan.
Tá 92 min. vóru leiktir fekk TB gyltan møguleika at ogna sær øll 3 stigini, tá TB fekk góðan kontramøguleika og tá menn fóru um miðuna, vóru tað 3 TB leikarir móti 2 AB leikarum. Tíverri fyri mongu TB viðhaldsfólkini spurdist ikki mál burturúr og tí endaði dysturin, eins og dysturin í fyrsta umfarið, við einum málið og einum stigið í part.
Samanumtikið eigur TB at verða nøgd við 1 stig, tí samanlagt hevði AB fleiri og størri málmøguleikar. Tó var TB leikliga als ikki verri enn AB hendan kalda várdagin og vísti aftur góðan stríðsvilja allan dystin.
Burtursæð frá hasi eini avgerðini, so kom dómarin Alex Troleis væl frá dystinum og dømdi væl.
Til seinast má greinskrivarin rósa hálvleiks DJ’inum, hvalbingurin sum er formaður í AB, Erling Ellendersen, fyri at velja góðan tónleik í hálvleikinum, har millum annað ZZ Top, Def Leppard og Rainbow hoyrdist afturvið kaffinum.