Enn ein javnleikur

Effodeildin: TB 2-2 ÍF

Annan dystin á rað, megnar ÍF í dag at berja seg til eina stigið, hóast teir vóru aftanfyri, við meira enn einum máli. Seinasta umfar, á heimavølli móti KÍ, vóru teir heili trý mál aftanfyri, men bardu seg til javnleikin. Og við Stórá í dag, vóru teir tvey mál aftanfyri, og fingu javnað.

Høvdu uppiborið meira
At TB hevði uppiborið meira enn einsamalla stigið í dag, tað sást á øllum brøgdum. Gestirnar jublaðu, sum høvdu teir vunnið, við dystarlok, meðan TB leikararnir hingu við nevinum, eftir at teir høvdu mist á stokkinum.
TB hevði í 80 minuttir megnað at lagt eitt støðugt trýst á gestirnar, og við tveimum málum, fyrstu 16 minuttirnar av øðrum hálvleiki, sá eisini út til, at trýstið skuldi eydnast teimum.

Bartal gjørdist munurin
At ÍF hava ein týdningarmiklan leikara í Bartali Eliasen, bleiv enn einaferð staðfest við Stórá í dag. Hann bleiv blakaður fram í álopið, seinastu 10 minuttirnar av dystinum, tá støðan enn var 2-0 til heimaliðið. Tríggir minuttir seinni høvdu teir minkað um munin, eftir eina longing frá Bartali, og tá bert fýra minuttir írestaðu av dystinum, avgjørdi Bartal sjálvur, tá hann knallaði skallan á eitt hornasparksinnlegg.
2-2 bleiv enddaliga úrslitið í einum dysti, har TB høvdu uppiborið væl meira.

Ferðmikið spæl
Vit hava ofta sæð eitt TB lið, sum stendur langt afturi á vøllinum, og dúvar á skjótar umstillingar. Hetta sóu vit tó ikki í dag. Liðið tóktist at taka tarvin um hornini, og stýrdi spælinum, og harvið dystinum, frá fyrsta bríksli. Hóast tað ikki blivu til nógvar møguleikar í fyrra hálvleiki, so átti TB tó munin eisini í teimum hagtølunum.
Í øðrum hálvleiki blivu TB enn vandameiri, og við sera kvikum spæli, fingu teir lagt seg tvey mál framum, eftir framúr sendingar inn í feltið.

Fyrsta málið kom eftir hornaspark. Hetta horna bleiv vunnið, eftir eitt framúrskarandi gott álop, sum endaði við, at bretin, Nicky Diverdics skallaði ein dundurskallara móti málinum. Jákup Mikkelsen mátti diska upp við einari fantombjarging, fyri at halda skallaranum uttanvert málið. Tá so Óli fekk møguleikan, frá sama hornasparksinnlegginum, var ongin livandi møguleiki hjá Jákupi, og sostatt legði Óli TB á odda.

Bert fáar minuttir seinni, spældi Hjalti Vestergaard ein sukurbólt fram til Aron Sørensen, sum hevði runnið seg væl í positión, úti í høgra borði. Aron hugdi seg um, og sendi síðani eitt projektil av einum innleggi, beint fyri føturnar á Ndende, sum takkaði fyri, og firsttimaði eitt kanónskot av einum fluktara upp í handara málhorn, til ovurhondstóra gleði fyri leikarar, venjara, viðhaldsfólk, og ikki minst frásøgumannin.

Hóast bert eina stigið spurdist burturúr í dag, so er formkurvan avgjørt á veg uppeftir, og spælið tykist batna, fyri hvønn einasta dyst.

So drívið á dreingir, hatta var ein fragd at síggja, hvussu tit spældu fuglfirðingar av vøllinum. Seinastu tíggju minuttirnar tosa vit minni um.

NP

Scroll to Top