Enn ein tryggur sigur!

TB tryggjaði sær enn ein tryggan sigur við Stórá ídag. Næstbesta liðið hjá KÍ var komið á vitjan, og teir vóru einamest statistar í einum dysti, har leikferðin var lág, men sum tiltíðir hevði gott undirhaldsvirði.

Aron Sørensen var ikki við ídag, tí hann var leikbannaður, so at Páll Hagbert hevði gjørt onkrar smávegis broytingar. Liðið var stórtsæð soleiðis sum okur kenna tað. Jonhard spældi saman við Martini í miðverjuni, Ragnar Joensen og Eirikur mannaðu bakplássini. Páll hevði sostatt telvað Teit Olsenensiva miðvøllin. Rógvi lá frammanfyri hann, Arthur og Ragnar Tausen vóru á vengrunum og Teitur Justinussen lá fremstur. Hetta var útgangsstøðið frá dystarbyrjan, men onkrar smávegis broytingar vóru gjørdar sum dysturin leið.

Sum sagt var leikferðin lá at byrja við. TB spældi sera væl fram móti brotsteiginum, men seinasta ella næstseinasta avleveringin vóru aloftast sera vánaligar og illa umhugsaðar. Innleggini úr bæði vinstru og høgru síðu sótu eisini illa í dystarbyrjanini. TB beit fyrstu ferð frá 10 minuttir vóru spældir. Teitur Olsen skeyt eitt hart skot móti málinum, málverjin megnaði einans at sláa bóltin til síðurnar, har Eirikur fangaði bóltin, men skotið úr spískum hjá honum var vánaligt, og Martin Tausen bleiv ov stuttur, tá hann skuldi prika bóltin í kassan.

Sum hálvleikurin leið tóktust Tbarirnir at blíva ørkymlaðir, tí teir megnaðu als ikki at bróta verjugarðin hjá KÍ niður, sum hevði rímuliga gott tal á støðuni. TB kom ofta í góðar støður, men KÍ megnaði hvørja ferð at verja fyri. Hetta gekk til 30 minuttir vóru farnir, tí nú var Ragnar Tausen veruliga raknaður við úr dvala, fyrst tekur ein Kíari og blokerar einum hørðum skoti við rygginum. TB fær hornaspark, og inni í fimmmetrinum er Ragnar púra leysur og nógv hægstur, og stútar bóltin í netið til 1-0. Hetta var málið sum veruliga tók meginpartin av áræðinum, ið KÍ hevði í skjáttuni, og nú skolaðu álopini eystur móti KÍ málinum. TB hersetti seinasta tríðingin á vøllinum, men teir vóru ov lítið avgjørdir, tá møguleikin var har. Antin spældu teir bóltin ov seint, ella skutu teir á mál tá teir heldur áttu at spæla, men undirhaldandi var tað at hyggja eftir.

KÍ minti okkum á, at teir enn vóru í dystinum, tá Teitur Justinussen ger eina løgna avleverina beint á dómaran, bólturin støkkur til ein Kíara, ið ger eitt gott trekk og smekkar til, skotið var sera hart og gott, bólturin nært yvirkantin av tvørstongini. Tað sá út sum, at Ivan hevði kontrol á skotinum, tá alt kom til alt.

Eftir hetta dovnaðu okur aftur og spælið bleiv eitt sindur óróligt, serlig frameftir. Tó fingu okur eitt sera flott mál áðrenn hálvleik. Eftir nógv spæl á miðvøllinum, spælir Rógvi eina avlevering aftur um verjuna hjá KÍ, har Ragnar Tausen móttekur bóltin á brotsteigarmarkinum á baklinjuni, hann hyggur upp, sær at Teitur Olsen stendur í góðari støðu uttarliga. Teitur temur bóltin við høgra beininum, og plaserar hann hegnisliga í kassan við tí vinstra. Einklari kann tað valla gerast. Einkult og vakurt. Viðhaldsfólkini mettu, av góðum grundum at TB átti brotsspark heilt móti endanum á fyrra, tá Rógvi heilt tíðuliga verður skumpaður í ryggin. Men dómarin, sum heild dømdi væl, lat ikki við seg koma. Hálvleikur, 2-0 til TB

TB pressaði KÍ í botn í seinna hálvleiki. Tað sást tíðuliga, at norðingarnir ikki høvdu nógva orku eftir, tí markeringarnar vóru alt ov leysar. Teitur Justinussen kom nakrar ferðir á baklinjuna, men álopsleikarirnir hjá okkum, runnu ofta ov langt og ov tíðliga í skotstøðu, soleiðis at onki spurdist úr. Ragnar Tausen var ikki at steðga, KÍ megnaði als ikki at gera nakað við hann. Ragnar var í sonnum toppformi og vendi í heilum sum ein snurritoppur frá øllum. Tað var stuttligt at síggja.

Dagsins finta kom frá einari ósannlíkari keldu. Arthur fær bóltin úti í vinstru síðu, og setti fer móti brotsteiginim. Hann flutti bóltin hegnisliga frá høgra yvir á vinstra bein og dirblaði fram við 3 prísgivnum KÍ-leikarum. Tá Arthur var blivin púra leysur og einans skuldi seta innsíðina á bóltin og trilla hann í netið, var hann sjónliga blivin so móður, at hann ikki hevði meira yvirskot og prikaði bóltin á málverjan. Í illsinni skallaði Arthur stongina í berum argilsi.

Nú fóru TBarirnir at hygga sær. Teir spældu leikandi lætt framvið øllum teimum bláu í Klaksvík, tað var ein sonn frægd at verða vitni til. Men teir vóru eitt sindur hugmóðugir og blivu til tíðir ov sjálvsóknir.

TB fekk eitt brotsspark, tá hálvleikurin er hálvrunnin. Jonhard sendir ein frálíkan diagonal til Ragnar Tausen, sum hevði eina óhepna móttøku, tað hepnast honum at skalla bóltin til Eirik, ið var komin stormandi við einum yvirlappi. Eirikur verður feldur á baklinjuni og brotsspark til TB. Ragnar Tausen hevur verið tryggur úr 11 metrum, men hesaferð hepnaðist honum ikki at skora. Hann sparkaði framvið málinum.

3-0 málið minti eitt sindur um uppspælið til brotssparkið. Heldur enn at fara á beinleiðis baklinjuna, spældi Eirikur bóltin á tvørs til Rógva sum hevði góða tíð og gottpláss at skora, og tað gjørdi hann eisini. 3-0 til TB. Eftir hetta bleiv rukkulív. Menn tímdu ikki at renna aftur og allir vildu fáa ein bita av málkøkuni, men KÍ vardi manniliga og onki mál kom í tí sum eftir var. TB vann sostatt 3-0 í einum undirhaldandi dysti.

Hetta var seinasti dysturin hjá okkara toppskjútta, Ragnar Tausen. Ragnar fer niður til Danmarkar í lestrarørindum eftir summarfríðtíðina. Ragnar kom til felagið í 2011 og hevur við sínum skjóta og ágangandi spæli verið ein av okkara bestu áleyparum seinastu árini. Ja, hann hevur verið tann stinnasti á plássinum síðan ein annar kendur porkiningur í svørthvítu troyggini skoraði mál eftir vild, Olivur Abrahamsen. Okur ynskja Ragnari alt tað besta á flatlondum og vóna, at hann heldur fótbóltin við líka og kemur aftur til okkum í framtíðini.

Nú er summarfrítíð, og hóast eitt gamalt orðafelli sigur at ein ikki skal kanna sær bitan, so haldi eg at Effo-deildin bíðar eftir okkum í 2015.

Einaferð TB. Altíð TB

Scroll to Top