Er tú okra Instagram-ninja?

Hevur tú brúkt Instagram í nøkur ár? Hevur tú eina snildfon? Hevur tú stóra alsk til Tvøroyrar Bóltfelag? Er svarið ja til allar hesar spurningarnar, so er tað uttan iva tær okur leita eftir.

Tvøroyrar Bóltfelag hevur eitt ynski um at økja um hjáveruna á sosialu miðlunum, serstakliga Instagram, har felagið er til staðar við profilinum @TB1892.

Hevur tú hug at gerast ábyrgdari av Instagram-vanganum hjá felagnum, sum umfatar at menna og dagføra vangan hjá felagnum við myndum og sonevndar stories serliga tá dystardagur er, so send okum eini boð á Instagram ella via mail til tb@tb.fo ella skriva til antin Allan ella Jan Smedemark á onkrum av teimum mongu sosialu miðlunum.

Scroll to Top