Faroe Ship er ímyndin av at tað gongur væl í føroyska samfelagnum og serliga vinnulívið seinastu árini havt miðvísa framgongd. Faroe Ship hevur fylgt við, samstundis sum stórur partur av vinnulívinum er vaksið – útflutningurin er øktur nógv seinastu árini, har serliga útflutningurin av fiski er øktur munandi.
Faroe Ship er eisini ein býarmynd á Tvøroyri, ið serliga hevur verið sjónlig síðani Varðin Pelagic byrjaði sítt virksemi. Faroe Ship stendur fyri ein stóran part av flutninginum hjá Varðanum Pelagic og sæst hetta aftur á Tvøroyri bæði ímynda av fleiri skips- og landavegsflutningar.
Faroe Ship hevur aftur í ár valt at stuðla felagnum og hetta fegnast vit um.
Faroe Ship varð stovnað í 1919 og er ein av leiðandi aktørunum innan flutningsvinnuna í Føroyar. Faroe Ship hevur hølir í Havn, Klaksvík, Runavík og á Tvøroyri. Faroe Ship er partur av Eimskip samtakinum, ið hevur umleið 1.700 starvsfólk.