Fimm spennandi leikarar longja

Heili fimm leikarar longdu í gjárkvøldið við aldursforsetan í føroyskum fótbólti. Fleiri høvdu frammanundan skrivað undir, og nú hesir spennandi leikararnar eru komnir afturat, sær tað út til, at Tvøroyrar Bóltfelag hevur eina ørgrynnu av spennandi leikarum, sum fara at kappast dúgliga um plássini á besta liðnum. Leikararnir talan er um hesaferð, eru Magnar Vang og Hanus Mortensen, sum báðir stóðu seg væl í fjør, hóast skaðar høvdu hug at arga. Og harafturat hevur tað eydnast at fingið knýtt tey trý supertalentini, Poul Ingason, Teitur Olsen og Patrik Johannesen at felagnum.

Royndir ungir harrar
Hóast teir báðir, Magnar Vang og Hanus Mortensen bert eru 20 ára gamlir, so hava teir verið við til at mynda hópin hjá TB tey seinastu trý árini. Hanus er tann eldri av teimum báðum, og sunnudagin kann hann hátíðarhalda sín 21 ára føðingardag. Magnar bleiv 20 ár 11. februar.
Báðir fingu teir roynt seg fyrstu ferð í 2008, og longu árið eftir høvdu teir spælt seg inn í besta hóp felagsins. Síðani hava teir so at siga verið fastir fúsar, og hevði tað ikki verið fyri skaðar í fjør, so spældu teir báðir uttan iva nógv fleiri dystir.

Felags fyri Magnar og Hanus er, at teir báðir eru øðiliga kvikir, og sera væl fyri kropsliga. Teir hava ein kolossalan arbeiðsvilja, og geva seg vanliga meira enn 100%. Einasta frávikið er kanska tað, at Hanus vanliga spælur frammi í álopinum, meðan Magnar er verjuleikari. Hanus er tó eisini nýttur á øðrum plássum, men einamest er tað í álopinum, at hann ger um seg.

Hanus Mortensen - Álop - 50 dystir í 1.Deild - 22 dystir í 2.Deild - 4 steypadystir - 21 mál

Fimm mál í trimum dystum
Tá kappingin í fjør var trý umfør gomul, lá Hanus Mortensen á odda á listanum yvir málskjúttar. Hann hevði tá skorað ikki minni enn fimm mál. Nú hugsaðu tey flestu, at hetta fór at gerast árið, har Hanus veruliga fór at gera álopsplássið sítt egna, við einum kanón kappingarári, men soleiðis skuldi ikki verða. Hann byrjaði at fáa snuddir, sum argaðu ferð aftaná ferð, og so bleiv hann illa skaddur, og spældi eftir tað bara á næstbesta liðnum eftir summarsteðgin.

Magnar Vang - Verja - 44 dystir í 1.Deild - 12 dystir í 2.Deild - 2 steypadystir - 4 mál

Sum verjuleikari, er vanliga ikki so nógv fokus á teg, men Magnar hevur tó altíð vakt ans, við sínum kontanta og beinrakna verjustíli. Hann er dugnaligur at fara fram við og skapa yvirtalstøður eisini, og beint áðrenn skaðar byrjaðu at darva, spældi hann serstakliga væl á høgra vongbakki. Hepnið var tó við TB, tí á bonkinum sat evnaríki Eirikur Magnusarson, sum alt fyri eitt tók av møguleikanum. Nú verður tað so upp til Magnar at taka kappingina upp við Eirik, sum uttan iva fer at geva Magnari kapping til strikuna. Vónandi ger hendan innanhýsis kapping teir báðar til betur leikarar, og lítið man vera at ivast í, at tað fer at koma TB til góðar. Drívið á dreingir.

 

 

Trý stórtalent eru á veg
Teir tríggir, Poul Ingason, Teitur Olsen og Patrik Johannesen eru allir fyrsta árs seniorar, og vóru berandi kreftir á Dreingjaliðnum hjá TB/Royn í fjør. Nú skulu teir so royna at gera seg galdandi í vaksnamannafótbólti, og tað er ikki bara at siga tað. Tað er stórur munur á serliga ferð og kropsligari styrki, og tí verður sera spennandi at síggja hvussu teir megna at umstilla seg.

Teitur Olsen var skiparin í verjuni hjá Dreingjaliðnum í fjør, og hann skilir seg burturúr rúgvuni, við sínum framúr skili fyri fótbólti. Hann ger sjálvdan feilir, og hevur uttan iva eina sera bjarta framtíð. Hann hugsar heilt einfalt skjótari enn vanligir leikarar, og skal man samanbera hann við nakran annan leikara, so er hann ikki heilt ólíkur legendariska John Rødgaard, sum eisini hevði hendan eginleikan. Ein sera góður leikari, sum rætt og slætt stýrdi spælinum hjá TB frá einari støðu, aftarlaga á vøllinum. Vit fara at fylgja gongdini hjá Teiti, og ynskja honum bestu eydnu framyvir. Evnini eru í øllum førum til staðar.

Patrik Johannesen er, eins og Teitur, ein skilagóður leikari. Frá einari støðu á miðjum vølli, er hann dugnaligur at skapa møguleikar til framherjarnar, og serliga hansara samspæl við Poul Ingason, vakti ans í Dreingjadeildini í fjør. Hann er tekniskt væl fyri, og stóra ágrýtnið hann vísir, kemur ikki frá ókendum. Bæði Pápin, Jón og pápabeiggin, Óli hava umboða landsliðið hjá føroyingum, og hóast hann enn bert hevur umboðað ymisk ungdómslandslið, so fer hann uttan iva at umboða A landsliðið í framtíðini, um menningin heldur fram.

Enn hava vit ikki nakrar myndir av Patriki og Teiti, men tær munnu uttan iva fara at koma skjótt.

Poul Ingason, Patrik Johannesen og Teitur Olsen eru nýggjastu supertalentini hjá TB

Poul Ingason er ein av teimum sjáldsama góðu álopstalentunum í føroyskum fótbólti. Hann má metast at vera ein av teimum bestu í sínum aldursbólki, og gjøgnum venjingardystirnar higartil, hevur evnaríki unglingin eisini víst, at hann ætlar at geva hinum áloyparunum kapping til strikuna. Poul er, umframt at vera sera ágrýtin, eisini sterkur og skjótur. Hann hevur skotstyrki sum fáur, og flytir seg væl runt á vøllinum.
Um man skuldi undrast á, hvaðani evnini til bóltspælið stava, so er ikki at leita longi. Pápin, Ingi Mortensen var í mong ár álitið hjá Royn, og hansara ótemjandi máltev kendi ongan líka. Tað sær út til, at sonurin, Poul hevur arvað væl av evnum pápans, og fær drongurin møguleikan, ivast undirritaði ikki eina løtu í, at hann fer at gerast eitt tað størsta álopsnavnið í føroyskum fótbólti um nøkur fá ár.

Sunnudagin fara TB at spæla sín triðja venjingardyst, og tað verður inni við Løkin í Runavík. Vónandi fáa okkara eina blíðari byrjan enn hana í Gundadali móti HB.
Drívið á dreingir

Scroll to Top